Nón

Nón - tematýsdagur um 5G og Huawei
29-01-2019
5G-tøknin verður nú breidd út um landið. Men er nøkur orsøk at óttast fyri Huawei, sum er veitari? Hvussu við strálingini og trygdini?

5G og farnet, erbylgjur og stráling, trygd og njósning, enntá stórpolitikkur og handilsforðingar.

Hetta eru nøkur av orðunum, vit fara at hoyra í tematýsdegnum í Nón.

Farið er undir eina stóra útbygging, har farnetið í Føroyum verður uppstigað til 5G. Hvat merkir tað? Og hvat er tað fyri eitt tøkniligt samfelag, vit eru á veg til? Er tað skilagott at lata kinesiska Huawei vera veitara. Og hvussu strálingini frá erbylgjunum? Hetta eru spurningar vit fara at viðgera tann fyrra tíman.

Í útvarpsstovuna koma Hannes Gislason, útbúgvingarleiðari fyri KT-verkfrøði á setrinum og professari í samskiftistøkni; Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele; og Jóna Olsen, rakstrarleiðari og verkfrøðingur.

Vit spyrja eisini formannin í Erbylgjufelagið, Janus Guttesen, og Magna Mohr, formann í Fólkaheilsuráðnum, um vit hava orsøk at óttast bylgjurnar frá farnetinum.

Hvat kunnu vit sjálv gera fyri at ferðast tryggari á netinum? Í seinna tímanum spyrja vit Jens Godik Højen, KT-trygdarleiðari á Landssjúkrahúsinum, hvørjir vandar eru á netinum.

Og so fáa vit politiskt orðaskifti millum Poul Michelsen, landsstýrimann, og Jákup Mikkelsen, løgtingsmann, um føroyska farnetið, stórpolitikk, infrakervi og KT-trygd.

Vælkomin til Tematýsdag í Nón - um kunningartøkni og trygd.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022