- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Sámar er fólkaslag sum heldur til í Norðurnorra, Norðursvøríki, Norðurinnlandi og Norðurvestur Russlandi.
FN hevur viðurkent sámar sum upprunafólkaslag, og gevur hetta sámum rætt at varðveita og menna teirra handverk, mál, útbúgving, reindýrahald, siðvenjur og samleika.
Men rættindini hjá sámum hava ikki altíð verið góð. Í 100 ár, frá umleið 1850, var almenni norski politikkurin, at sámarnir skuldu assimilerast í norska samfelagið. Tað vil siga, at teir skuldu gerast líka sum norðmenn. Hesin politikkur verður nevndur "fornorskningspolitikken", og hevði millum annað við sær, at sámiskt mál varð forboðið í skúlanum heilt til 1950- og 60-árini.
Men hesin politikkur varð avtikin í 1950´unum, og síðani eru rættindini hjá sámum bøtt munandi. Í 1956 var eitt sáma-ráð sett á stovn, og síðani hevur verið arbeitt fyri at varðveita og menna sámiska mentan og mál. Í 1989 varð Sámatingið stovnað í Norra, sum skal styrkja politiska leiklutin hjá sámum og tryggja sámum rættvísa viðferð.
Í dag eru bæði rættindini hjá sámum, og sjálvsfatanin hjá sámum góð. Tað sigur Else Grete Broderstad, professari í sámiskum viðurskiftum á Universitetinum í Tromsø.
Nón tosaði við hana í samband við tematýsdagin um sámar.