Nón

Nón 19.03.19 - Tematýsdagur um Írland
19-03-2019
Írski tjóðardagurin, Sankta Patriksmessa, var sunnudagin, og vit kanna grønu oynna hendan tematýsdagin í Nón

Hvør er upprunin, landafrøðin og søgan hjá írska fólkinum og írsku republikkini. Tað viðgera vit saman við Hans Holm, landafrøðingi.

Vit siga, at írskir munkar vóru teir fyrstu at koma til Føroya, men í dag eru fáir írskir statsborgarar í Føroyum. Vit hava hitt ein, tað er Kevin James Welby, sum er giftur til Føroya.

Eins og fáir írar eru í Føroyum, eru eisini fáir føroyingar í Írlandi. Men vit hava fingið orðið á tveir teirra, um teirra gerandisdag, og um hvussu írska samfelagið sær út úr føroyskum sjónarhorni. Tey eru Sigmund Vestergaard og Lissy Durhuus Ryan.

Írskur fólkatónleikur er eyðkendur. Vit tosa við Kristian Blak um írskan fólkatónleik, og vit fara eisini eina snarferð í írskum populertónleiki.

Og so tosa vit við danska sendiharran í Írlandi um, hvat hevur verið á politisku dagsskránni í Írlandi seinastu árini, og um hvørja ávirkan Brexit kann fáa í Írlandi.

Hoyra temadagin um Írland her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022