- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
5. november vóru 100 ár liðin, síðani próstasonurin og listamaðurin Regin Dahl varð borin í heim.
Og hóskvøldið gevur Sprotin út nýggja bók um Regin Dahl, "Heimurin, ið hvarv - útlagna tónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin", ið Knút Háberg Eysturstein hevur skrivað. Vit hitta høvundan fyrst í sendingini.
Sunnudagin varð kunngjørt, hvør hevði vunnið fyrstu og aðru virðisløn í útvarpsdokumentarkappingini. Ein av dómarunum var Linda Mortansdóttir.
Farna fríggjakvøld fór Klaksvíkar Sjónleikarfelag á pall við barna- og familjuleikinum Kraddarin, ið er ein ævintýrleikur, sum Súsanna Tórgarð og Birita Mohr hava skrivað. Og fyrst í seinra tímanum ummæla vit leikin saman við Rudolfi Joensen.
Komandi mánadag - hin 25. mars, eru 200 ár liðin, síðani V. U. Hammershaimb varð føddur. Og ein, sum hevur granskað Hammershaimb, er Kim Simonsen.
Tú kanst hoyra sendingina her!