- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Danska myndlistakvinnan, Julie Sass er útbúgvin úr New York og Keypmannahavn. Í hesum døgum hevur hon fyrstu solomyndlistaframsýning sína í Steinprenti við heitinum, Black Fog Rising.
Framsýningin er sett saman av heliografium, tekningum, málningum, steinprentum, stórum seymaðum verki og ljósinstallatión, umframt listabók, hon hevur skapað í Steinprenti tríggjar vikur upp til framsýningina við heitinum, Black Fog Rising.
Hóast hetta er fyrsta soloframsýning hennara, er samstarvið við grafiska verkstaðin, Steinprent ikki nýtt. Samstarvið byrjaði nevniliga í 2013 við stóru verkætlanini, Grafisk Sambond, ið varpaði ljós á grafiska nýskapan. Síðan hevur Julie arbeitt fleiri ferðir í Steinprenti, og hevur m.a skapað tvær listabøkur á verkstaðnum, Volume Rythm Matter dialogues frá 2017 og Lemon Mood frá 2018, ið báðar eru umboðaðar í savninum hjá Metropolitan Museum of Art.