Nón

Nón - mikudagur 12.06.19
12-06-2019
Arnold og jazzurin, Elmar og Autismufelagið, Livar og Atlantshavið, Beatles og Abbey Road

Arnold Ludvig hevur skrivað essay um føroysku jazzsøguna. Vit práta við Arnold um hansara gransking og ikki minst um hansara egnu viðurskifti við jazztónleikin.

Elmar Ósá er farin í holtur við ein dupultan ironman við tí endamáli at stuðla Autismufelagnum. Vit ringja til Elmar á leiðini, meðan hann súkklar. Hann hevur svomið 7,6 kilometrar og súkklað 114 kilometrar, tá vit ringja hann upp. Hann skal umframt svimjingina eisini súkkla 360 kilometrar tilsamans og síðan renna 84 kilometrar.

Vit tosa eisini við Livar Nysted, sum fer at rógva 5.000 kilometrar um Atlantshavið.

Og at enda spæla vit fýra góð løg av plátuni Abbey Road, sum í ár hevur 50 ár á baki. Vit greiða frá nøkrum løgum av meistaraverkinum, ið var síðsta studioupptøkan hjá The Beatles.

Hoyr alla sendingina her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022