Nón

Nón - hósdagur 13.06.19
13-06-2019
Síðsta Nón-sendingin í summar: Embla-virðislønir, Country-festivalur, Spinnaríið "Mona" og nýggj standmynd í Svínoy. Og so eitt sindur um summar!

Føroyingar vunnu aftur, tá ið norðurlendska matvirðislønin Embla varð latin herfyri. Vit spyrja hvussu tað ber til, tá ið umboð fyri Grønu Oynna og Granskingarsetrið iNova kom á gátt.
Country-festivalurin í Sørvági fór í sving í gjárkvøldið. Allan Samuelsen, fyriskipari, greiðir frá ársins bygdafestivali.
Í Klaksvík er gamla Spinnaríið komið til heiður og æru. Nú ræður um at fáa innihald í húsið, og tað spyrja vit nærri um.
Í Svínoy verður forvitnislig standmynd sett upp um vikuskiftið. Edvard Fuglø hevur tilevnað standmyndina, sum er gjørd til heiðurs fyri teir svínoyingar, sum hava latið lív á havinum og í bjørgunum.
Í seinna tímanum fara vit at heiða summarinum, tá vit endursenda nøkur innsløg um summarið.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022