- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Hvørjir eru vandarnir við at tað gerst alsamt heitari á jørðini, og hvussu ávirka veðurlagsbroytingarnar okkum í Føroyum?
Eru veðurlagsbroytingarnar mannaskaptar ella nátúrligar, og hvat kunnu og skulu vit gera fyri at venda gongdini?
Í hesum tematýsdegi setur Nón veðurlagið á breddan.
Sendingin tekur í stóran mun støði í ráðstevnu, ið var í Norðurlandahúsinum farna hósdag, og vit tosa við fleiri av teimum, ið høvdu fyrilestur á ráðstevnuni.
Jens Hesselbjerg Christensen, professari og limur í viðurkendu altjóða veðurlagsnevndini hjá ST IPCC, viðgerð tøl um verðurlagsbroytingar, sum IPCC hevur savnað í sínum frágreiðingum.
Petur Steingrund, fiskafrøðingur, hugleiðir um, hvussu tað ávirkar fiskastovnarnar og lívið í havinum kring Føroyar at heimurin og havið hitnar.
Og Sjúrður Hammer, fuglafrøðingur vísur, hvussu veðurlagsbroytingarnar ávirka fuglin í Føroyum og her um okkara leiðir.
Føroyingar útleiða sera nógv CO2 í mun til onnur lond, og vit eiga at minka um CO2 útlátið sum skjótast, heldur Bogi Hansen, havfrøðingur, sum eisini vísur á royndirnar og kanningarnar, sum hann og Havstovan hava gjørt í havinum kring Føroyar í fleiri áratíggju.
Samstundis sum at vit eiga at minka um CO2 útlátið sum skjótast, so eiga vit eisini at hugsa um og fyrireika okkum til avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum, heldur Ólavur Dalsgarð, stjórnmálafrøðingur, sum samskipar norðurlendska verkætlan, sum Setrið er partur av.