Nón

Nón - 3. okt. 2019
03-10-2019
Nón-panelið, Ingun Christensen, MC, og Erika Fatland

Integratión, Crossfitt og King's Singers eru millum evnini, sum Nón-Panelið viðger í dag. Og dagsins panel verður mannað av Onnu Kalsø, Petur Hentze Niclasen og Jóannesi Eidesgaard.
Hvussu lýsa vit kvinnur í sagnum, sum bert fáar søguligar keldur eru um? Tvær nýggjar bøkur eru komnar út - rithøvundurin Ingun Christensen kemur á gátt seinri í fyrra tímanum.
Hann er ein sera fjølbroyttur maður, og eitt nú hevur hann lagt fleiri varðar eftir seg í tónleikahøpi. M. C. Restorff er gestur í Nón.
Hvat eyðkennir lond, sum hava mark móti Russlandi? Hesar og aðrar spurningar umrøða vit saman við norska sosialmannfrøðinginum Eriku Fatland, sum eisini nemur við yvirgangsatsóknirnar í Oslo og á Utøya í 2011.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022