Nón

Fjølbroyttar sagnarkvinnur
04-10-2019
Ingun Christensen hevur nú skrivað fýra skaldsøgur um kvinnur úr føroyskum søgnun. Arbeiðið fevnir um spennandi kanningarferðir aftur í tíð

Tey flestu kenna til sagnirnar um Húsfrúnna í Húsavík og kanska eisini Løgmansdóttirina á Steig, Elin Katrinu. Men nú hava hesar sagnarkvinnur fingið nýtt lív, tí Ingun Christensen hevur skrivað tvær skaldsøgur ætlaðar ungum, um hesar kvinnur.

Hetta eru tvær av fýra bókum, ið Ingun Christensen nú hevur skrivað við í kvinnusøgu okkara. Í 2017 kom skaldsøgan Annika í Dímun? út, í 2018 kom Katrin í Toftum?, ið eisini byggja á sagnir.

Tað er ein spennandi kanningarferð aftur í tíð, at skriva um sagnarkvinnur, sigur Ingun Christensen. Tì hóast stórur partur av lýsingunum í bókunum eru fiktión, so tryggjar Ingun sær, at so nógv keldutilfar sum gjørligt verður kannað, áðrenn hon fer í holt við søgurnar. Skaldsøgurnar eru sostatt grundaðar á bæði søguligt keldutilfar, sagnir og fólkatrúgv, og hetta ger søgurnar spennandi at lesa hjá nútímans børnum og ungum.

Húsfrúgvin í Húsavík snýr seg um Guðruna, ið er dóttir ein ríkan handilsmann úr Bergen og verður gift við einum føroyskum bónda. Guðrun er øðrvísi og illa lýdd á garðinum í Húsavík. Í Løgmansdóttrini á Steig verður Elin Katrina noydd at flýggja og krógva seg fyri skiparanum á einum fransaskipi, ið vil hava hana til konu. Í báðum førum eru tvídráttir millum hjarta, vilja og skil, spenningur og ein fangandi søga.

Tær báðar nýggjastu hevur Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim hegnisliga myndprýtt.

Tað eru Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám, ið standa fyri útgávunum.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022