|
|
- bretskur romantiskur skemtifilmur frá 2017
Amerikanska Emily Walker (Diane Keaton) er flutt til London, eftir at maðurin doyði og hevur úr nýggja bústaði sínum útsýni til friðsæla Hampstead Heath. Ein dagin sær hon, at serlingurin Donald (Brendan Gleeson), sum býr í einum primitivum sjálvbygdum húsum í skóginum, verður álopin. Emily kemur Donaldi til hjálpar og uppdagar, at hesin excentriski maðurin er rættiliga sjarmerandi. Tá Hampstead Heath og húsini hjá Donaldi verða hótt av stórari nýbygging, setir Emily sær fyri at hjálpa honum. Í høvuðsleiklutinum er Oscar-vinnandi sjónleikarin Diane Keaton (Mig og Annie, Manhattan).
Uppr.h.: Hampstead
Leikarar: Emily Walters: Diane Keaton, Donald Horner: Brendan Gleeson og Philip: James Norton. Við eru eisini: Fiona: Lesley Manville. Steve Crowley: Alistair Petrie. James Smythe: Jason Watkins. Dómari: Simon Callow. Handrit: Robert Festinger. Leikstj.: Joel Hopkins.
Framl. ár: 2017
|