|
|
- am. spenningsf. frá 1995, óhósk.f.smáb.
Kotan til ræðuliga rúmdarvápnið GoldenEye er stolið. Heimsfriðurin er hóttur, og bretski stjørnuagenturin James Bond setur kós móti Russlandi fyri at fáa tamarhald á vápninum. Men hann hevur ein vandamiklan fígginda, sum eisini er ein gamal starvsfelagi. Alec Trevelyan, agent 006, ætlar at hevna seg inn á heimlandið. Megnar Bond at steðga honum?
Leikarar: James Bond: Pierce Brosnan. Alec Trevelyan: Sean Bean. Natalya Simonova: Izabella Scorupco. Xenia Onatopp: Famke Janssen. M: Judi Dench. Q: Desmond Llewelyn.
Leikrit: Jeffrey Caine, Bruce Feirstein og Michael France eftir skaldsøgu hjá Ian Fleming.
Leikstjórn: Martin Campbell.
|