|
|
- finala
Kringvarpið sendir beinleiðis frá finaluni í Sement, ein kapping í rútmiskum tónleiki, sum verður í Perluni og Reinsarínum í kvøld kl. 20.00
Undanumførini seinastu trý leygarkvøldini hava verið stroymd á heimasíðu Kringvarpsins.
Biit-toymið stendur fyri øllum. Tað merkir, at alt frá vertum til kamerafólk og framleiðara eru ung fólk, sum eru knýtt at ungdómstoyminum.
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir frá Gentuvesinum og David Thomassen frá ´PolEtikk´ og ´Repopplikkin´ eru vertir, og Fríði Birgisson Olsen, framleiðir.
Í finaluni eru bólkarnir: RSP, SWAY, Marius DC, Impartial, Daniel og Dania O. Tausen.
|