|
- am. spenningsf. frá 1988, óhósk. fyri børn
Læknin Richard Walker (Harrison Ford) skal halda fyrilestur í París, tá kona hansara Sondra á løgnan hátt hvørvur. Fronsku myndugleikarnir taka tað ikki í álvara, og Richard sær, at hann sjálvur noyðist at fara at leita. Tað leiðir hann beint niður í brotsliga undirheimin í París. Her hittir hann vøkru Michele (Emmanuelle Seigner), sum er partur av tí minni vakra náttarlívinum, og hon skal vísa seg at gerast vandamikil kennskapur fyri Richard.
Ein filmur eftir Oscar-vinnandi meistaraleikstjóran Roman Polanski (Chok, Chinatown, Pianisten).
Leikandi: Dr. Richard Walker: Harrison Ford, Sondra Walker: Betty Buckley og Michele: Emmanuelle Seigner.
Við eru eisini: Williams: John Mahoney. Rænarin: Yorgo Voyagis. Politiinspektørur: Yves Rénier. Starvsfólk á ambassaduni: John Mahoney. Shaap: Jimmie Ray Weeks.
Handrit: Roman Polanski og Gerard Brach.
Leikstj.: Roman Polanski.
Upprunah.: frantic
Framl. ár: 1988
|