|
|
- am. spenningsf. frá 2008, óhósk. fyri børn
Undir einum álopi á loyniligu amerikansku njósnaratænastuna Control verður samleikin á øllum teimum loyniligu agentunum avdúkaður, og tí verður entusiastiski analytikarin, Maxwell Smart (Steve Carell) fluttur fram til agent - og settur saman við yvirvøkru, men supervandamiklu Agent 99 (Anne Hathaway). Hon er tann einasti agenturin, hvørs samleiki ikki er avdúkaður. Saman skulu tey steðga tí ónda brotsmannafelagsskapinum KAOS og leiðaranum Siegfried (Terence Stamp), sum ætlar sær onki minni enn at taka heimsharradømið.
Filmurin byggir á ta væl dámdu sjónvarpssendirøðina "Get Smart" frá 1960´unum.
Leikarar: Maxwell Smart: Steve Carell, Agent 99: Anne Hathaway og Agent 23: Dwayne Johnson.
Onnur leikandi: Siegfried: Terence Stamp. Agent 13: Bill Murray. Agent 91: Terry Crews. Larabee: David Koechner. Bruce: Masi Oka. Stjórin: Alan Arkin.
Handrit: Tom J. Astle og Matt Ember byggir á sjónvarpsrøðina.
Leikstj.: Peter Segal. Upprunah.: Get Smart
|