|
|
- am. spenningsdrama frá 2013, óhósk. fyri børn
Ringasta marran hjá øllum familjum gjørdist veruleiki hjá Doverfamiljuni. Tá seks ára gamla dóttirin og vinkona hennara eru úti og spæla, hvørva tær undir løgnum umstøðum. Ein persónur hevur sæð genturnar spæla við ein húsbil, og tað eydnast løgregluni at finna og handtaka eigaran. Men tann illtonkti verður leyslatin orsakað av manglandi prógvum. Nú má tann desperati familjupápin Keller Dover (Hugh Jackman) taka málið í egnar hendur. Ein filmur, sum Denis Villeneuve (Sicario, Blade Runner 2049, Dune) hevur leikstjórnað.
Uppr.h.: Prisoners
Leikarar: Keller Dover: Hugh Jackman, Kriminalløgreglumaður Loki: Jake Gyllenhaal og Grace Dover: Maria Bello. Við eru eisini: Alex Jones: Paul Dano. Nancy Birch: Viola Davis. Franklin Birch: Terrence Howard. Ralph Dover: Dylan Minnette. Tante Holly: Melissa Leo. Handrit: Aaron Guzikowski. Leikstj.: Denis Villeneuve.
Framl. ár: 2013
Aldursmark: 15
|