|
|
- familjumaður og gjøgnumbrot, føroysk røð
Tað er í tretivuárunum, at tað brestur fyri nev hjá Williami. William hittir nú kvinnuna, sum verður hansara, og vissar honum eitt neyðugt støðufesti og stavnhald. Hann og Lisa, sum er ættað av Signabø, seta seg niður í nýggjum húsum uppi undir Varða, langt omanfyri býin. Tey fáa tríggjar synir. William hevur framvegis sítt dagliga yrki í handlinum hjá pápanum, men kýtir seg samstundis at skriva og senda forlagnum í Danmark síni handrit. Til endans bragdar, og í 1934 kemur fyrsta skaldsøgan, Blæsende gry. Ein smátta verður bygd á heygnum omanfyri húsini. Hon verður hansara skaldabýli. Sum árini ganga, birtist eitt ávíst listamannaumhvørvi har um vegir. Tveir av góðu vinmonnunum, Heðin Brú og Christian Matras, seta eisini búgv uppi undir Varða, og verða grannar hjá Williami. Í smáttuni uppi á heygnum skrivar hann tær søgurnar, sum Gyldendal letur prenta árini eftir krígslok, og sum vissa honum hitt stóra gjøgnumbrotið sum rithøvundur. Frálíku ummælini veita honum nógvar lesarar, fyrst í Danmark og øðrum norðurlondum, seinni verður hann lisin víða hvar í Evropa við. Øðrvísi er í Føroyum. Her tykjast summi at halda, at tað er ringur fuglur, ið drítur í egið reiður, tá rithøvundurin, ið skrivar á donskum, í summum av skaldsøgum sínum dittar sær at lýsa stættamun og trúarlív í Føroyum. Men William er farin á flog móti hæddunum, og lívsdreymurin um at virka sum rithøvundur burturav hómast nú í firruni.
Lagt til rættis: Suni Merkistein
|