|
|
- Ingálvur av Reyni, før. sending frá 1999
Hetta er ein filmur um listamannin og stríð hansara fyri sannari og ærligari list. Um ein mann við konstrastum. Mildur móti øðrum, harður móti sær sjálvum. Føroyingur og heimsborgari. Djarvur og ivandi. Altíð á veg fram, leitandi eftir nýggjum møguleikum og nýggjum leiðum. Við Ingálvi sum frásøgumanni ferðast vit í myndaheimi listamansins. Ein málningur verður til. Hann teknar í Saksun, meðan árstíðir skifta, og hann fer til París at leita sær íblástur, so at hann kann halda fram at mála. Hetta er ikki ævisøgan um Ingálv av Reyni. Filmurin er heldur ein persónslýsing, her roynt verður at lýsa nakrar sermerktar síður av listamanninum.
Lagt til rættis: Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen
Fotografur: Hans Petur Hansen
Ljóðupptøkur: Herluf Sørensen
Sett saman: Per Zachariassen
Framleiðsla: Primus Film 1999.
|