|
|
- amr. drama frá 2022
Ungi Sammy Fabelman (Gabriel LaBelle) droymir um at gerast filmskapari. Hansara listarliga mamma, Mitzi (Michelle Williams), stuðlar hesum áhuganum, meðan hansara náttúruvísindaligi pápi, Burt (Paul Dano), avvísir tað sum eitt óseriøst frítíðarítriv. Kortini kastar Sammy seg fult og heilt út í filmheimin. Undir royndunum at skapa sær eina yrkisleið í Hollywood avdúkar hann stór familjuloyndarmál. Hóast familjan í filminum eitur Fabelman, er hetta søgan um meistaraleikstjóran Steven Spielberg.
Leikarar: Mitzi Fabelman: Michelle Williams, Burt Fabelman: Paul Dano og Sammy Fabelman: Gabriel LaBelle.
Framleiðsluár: 2022
Aldursmark: 11
|