Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: After These Messages, Aria, 1999
10-04-2021
'Rooftop', 'French Leave', og 'April Girl', tað eru nøkur av kendu løgunum á hesi fløgu frá 1999, sum vit tosa við bassistin, Erik Biskopstø, um.

Frammanundan hevði Aria havt løg á tveimum savnsfløgum, 'Rópið á Skuggarnar' og 'Rock í Føroyum 2'. Tað, saman við luttøku í Prix Føroyar kappingini, hevði longu givið bólkinum eitt navn. 'Rock í Føroyum' lagið, Shadow of a Doubt, hevði verið fremst á føroyska útvarpshittlistanum.

Tiskil var vegurin slóðaður fyri høvuðsverkinum, 'After These Messages', sum var til taks í apríl 1999. Tað er eisini tað, sum vit í hesum Temaplátu-tátti spæla og skifta orð við ein av bólkalimunum um. Sum eykatilfar hoyra vit ein ikki útgivnan Aria sang, og spæla eitt av album-løgunum í konsertversjón frá Summarfestivalinum 2018, ið heldur ikki hevur verið á útgávu. Plátubarrin 10. apríl 2021.

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
'The Best of Times' og 'Too Much Time on My Hands' er tvey av løgunum á hesum rokkklassikara, sum er til umrøðu. Eitt av løgunum presenterar Ragnar A. Jacobsen, kvf-vertur.
30-04-2022
Hetta er ein av hansara bestu útgávum við løgum sum 'Ebony and Ivory', 'Wanderlust', 'Ballroom Dancing', 'Tug of War', og 'Take It Away'. Tátturin er eitt 40 ár minni.
24-04-2022
Fyrsta og samstundis best umtókta poppalbumið hjá donsku duettini, Laban. Kendastu løgini eru 'Hvor ska' vi sove i nat', 'Det er hans kys', og 'Jeg ka' li' dig alligevel'.
16-04-2022
Útgávudagur var 8. apríl 1982. Hetta er ein av størstu rokk-varðunum frá 80'unum, við løgum sum 'Rosanna', 'Africa', og 'I Won't Hold You Back'.
10-04-2022
Gestur er Leivur Thomsen, ið bæði sigur frá og við gittara sínum illustrerar henda sokallaða 'west coast' tónleikavarða hjá kaliforniska 'eitt-album-bólkinum', Airplay.
09-04-2022
Umframt Musketerunum, har Torkil Johannesen sang og slóð trummur, var hann í 1985 sangari í Plúmm, sum tað árið innspældi 'Stjørnuskot', ið vit framvegis vilja hoyra.
06-04-2022
Hetta er tann fyrsta útgávan hjá Spears, sum framvegis er hennara mest selda album. Harumframt er heitislagið framvegis hennara best umtókta lag.
02-04-2022
Elin Michelsen sá filmin 'Dirty Dancing' í Palads, tá filmurin var nýggjur, og mundi ikki fingið brosið av varrunum aftur. Fimmboði Lisberg var ein tónleikari í 'Starlight'.
30-03-2022
'Hálvantímatátturin' eftir midnátt 26.3.22: Kend nøvn bera okkum løg, hvørs felagseyðkenni er Toto-gittaristurin, Steve Lukather, ið gestaspælir á øllum løgunum í táttinum.
27-03-2022
'Adrenalize' var ein tann seinasta av útgávunum, sum glam-málmsbólkar frá 80'unum høvdu á heimsins popptindum. Ein serlig tíð var um at enda. Útgávudagur var 31.3.1992
26-03-2022
Henda net-versjónin av sendingini er drúgvari enn útvarpssendingin; hevur fleiri løg og meira prát. Karl Martin Samuelsen og Kári Annand Berg greiða frá.
23-03-2022
Bruce Dickinson var nýggjur sangari og talan er um tann størsta varðan hjá hesum enska rokkbólki, Iron Maiden, við løgunum 'Run to the Hills' og 'The Number of the Beast'´.
19-03-2022