Plátubarrin

TEMAPLÁTAN 40: 'Tug of War', Paul McCartney, 1982
24-04-2022
Hetta er ein av hansara bestu útgávum við løgum sum 'Ebony and Ivory', 'Wanderlust', 'Ballroom Dancing', 'Tug of War', og 'Take It Away'. Tátturin er eitt 40 ár minni.

Paul McCartney kendi seg í deyðavatni; sum um hann var steðgaður upp og at okkurt mátti gerast øðrvísi. Tí heitti hann á Beatles-framleiðaran, George Martin, at framleiða 'Tug of War'. Eisini eydnaðist honum at útvega super-tónleikarar sum trummusláaran Steve Gadd, bassistin Stanley Clarke, gittaristin Eric Stewart, og klaverleikaran Stevie Wonder, sum hann eisini syngur tvey løg saman við, harav annað er stórhittið 'Ebony and Ivory'. Saman við gittaristinum Carl Perkins syngur hann duettina 'Get it!'. Eisini spælir Beatles-trummusláarin, Ringo Starr, við á plátuni. Sjálvur spælir Paul McCartney bass, fleiri gittarar, klaver, trummur, og annað.


Plátubarrin 23.4.22

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
Tað tók fleiri ár at gera tilfarið til Temaplátuna, men úrslitið var eisini væleydnað. Útgávan tók sølumetið fyri eina frumútgávu og framvegis spæla vit More Than a Feelin'.
23-03-2024
Onnur útgávan hjá Deiggj. Nógv spæld løg í útvarpi hava verið 'Hví grætur tú', 'Í viðarlundini', og 'Kom lat okkum dansa'. Stílurin er nakað mjúkari enn á fyrru útgávuni.
16-03-2024
'Á, tann deiliga Havn', 'Sjeikurin', 'Hygg at mær', 'Eitt dýpi av dýrari tíð'; landaplágurnar eru nógvar á Nalja útgávuni. Í summar '24 fara tey bæði aftur á pallin at syngja.
09-03-2024
Hetta 11. albumið er ein tann best umtókta útgávan hjá Queen við løgum sum Radio Ga Ga, I Want To Be Free, It's a Hard Life, Hammer To Fall, og Is This The World We Created.
02-03-2024
Her árið fyri seinastu innspælingarnar hjá Wings, gav bólkurin okkum vælumtóktar perlur sum 'With a Little Luck', 'Deliver Your Children', 'Name and Adress', og 'London Town'.
24-02-2024
'1984' er kendasta útgávan hjá Van Halen. Hon hevur eisini bólksins størsta hitt, 'Jump', umframt kend løg sum 'Panama' og 'Hot For Teacher'. Talan er um hard- og heavyrokk.
03-02-2024
Góða lagið heldur fram, tá Herborg seinni um kvøldið aftur sessast við borðið í PB at undirhalda lurtarunum, sum bæði fáa skemtiligar søgur og hugvekjandi prát í nýggjársgávu.
01-01-2024
Herborg er í góðum hýri, her hon vitjar PB nýggjársaftan. Við støði í hennara tekstum spinna hon og verturin fram eina stuttliga og hugvekjandi løtu síðsta kvøldið á árinum.
01-01-2024
Albumið kann kallast eitt slag av verkætlan við nógvum gestatónleikarum. Plátufeløgini høvdu ivast í Santana, men við hesum prógvaði Carlos, at hann framvegis var nýhugsandi.
02-12-2023
Hetta er tann næstbest umtókta av 'stóru' útgávunum hjá Survivor, og tann fyrsta við Jimi Jameson á forsangi. Eitt lag er 'Popular Girl'.
18-11-2023
Fyrsta albumútgávan hjá amerikansku Cyndi Lauper, sum framvegis er hennara mest keypta. Hetta er samtíðarpoppur við løgum sum 'Girls Just Wanna Have Fun' og 'Time After Time'.
11-11-2023
'Eyes Without a Face' og' Rebel Yell' eru rokk-klassikararnir frá hesum album, tó onnur løg eisini svinga væl. Talan er um aðru solistútgávu Idols.
06-11-2023