Radarin

Radarin: Virðisøking í ójavnari kapping um rávøru
31-01-2018
Hvussu ber til at tvífalda útflutningin í fiskivinnuni, tá virki á landi ikki eru kappingarfør um besta botnfiskin

Útflutningurin frá føroysku fiskivinnuni skal tvífaldast næstu 10 árini. Tað er ítøkiliga málið, orðað í nýggju fiskivinnulóggávuni, sum kom í gildi á nýggjárinum. Í viðmerkingunum til lógina um sjófeingi stendur, at komandi 10 árini skulu Føroyar tvífalda útflutningsvirðið av sjófeinginum, sum vit veiða árliga.
Víðari stendur, at "komandi árini skulu skapast nýggj størv í fiskivinnuni til fólk við bæði handaligum og bókligum útbúgvingum, ið burturav starvast við at menna og byggja upp dygd, góðsku, virði, tøkni, serúrdráttir, marknaðarføring og vitan og førleikar, ið røkka málinum um virðisøking, menning og nýskapan."
Politiska málið er stórt, men fiskavirkini eru ikki kappingarfør um bestu rávøruna. Tað fær summi at skjóta upp, at leggja avgjald á allan fisk, sum fer óvirkaður av landinum. Nei, siga onnur, ein slík skipan vil trýsta toskaprísin niður og harvið taka fíggjarliga grundarlagið undan skipunum. Tí er rætta loysnin at lata almennan stuðul til fiskavirkini, fyri á tann hátt at javna kappingina við keyparar í láglønarlondum.


Afturat kappingarstøðuni um bestu rávøruna kemur spurningurin um arbeiðsmegina. Føroysk fiskavirki klára illa at kappast um arbeiðsmegina.

Luttakarar:
Pálll Gregersen, stjóri í Fiskavirkinum í Gøtu
Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest, sum eigur helvtina av Sandoy Seafood
Jógvan Hansen, formaður í Ráfiskakeyparafelagnum

Síðst í sendingini er kjak millum Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmann fyri Sambandsflokkin.

Jón Brian Hvidtfeldt leggur sendingina til rættis.

Radarin

Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending. Sendingin var á skrá einaferð um vikuna. 
Tað stundar til val. Tí hyggja vit nærri at orðaskiftinum frá valstríðnum í 2015.
12-12-2018
Næmingarnir eru deyðamóðir tá teir koma heim og orka ikki at gera skúlating. Larmur er ein tann størsti trupulleikin, staðfesta næmingar á Glasi
05-12-2018
Vit hyggja at avbjóðingum og fyrimunum við almennari fyrisiting. Men fyrst hyggja vit nærri at tvístøðuni, sum nógvu verkføllini hava við sær.
28-11-2018
Skal alivinnan vaksa, má hon flyta til meira harðbalin øki. Vit vita ov lítið um avleiðingarnar inni á firðunum, sigur stjórin á Havstovuni.
14-11-2018
Gjørdist Trump vinnari ella tapari? Hvussu skerdur er hann eftir valið? Og hvussu við føroyska EIK málinum, nú leiðslan í EIK Danmark er fríkend?
07-11-2018
Næstan 5000 fólk í Føroyum eru í fátækraváða. Men hvat merkir tað? Hvør er fátækur, hvussu upplivist tað, og hvørjar kunnu avleiðingarnar vera?
10-10-2018
Tveir nýggir flokkar - Føroyaflokkurin og Framtakið fyri rættinum at velja kannabis - siga seg stilla upp til komandi løgtingsval.
06-10-2018
Vit stremba eftir vøkstri. Búskaparvøkstri. Fólkavøkstri. Og nógv veksur í Føroyum. Skattainntøkurnar vaksa. Talið av løntakarum veksur.
26-09-2018