Guðrun & Bartal: - Vilja røra okkurt innaní fólki við okkara tónleiki

Mynd: © Savnsmynd
Guðrun & Bartal: - Vilja røra okkurt innaní fólki við okkara tónleiki
Tónleikaduettin Guðrun & Bartal eru síðstu árini vorðin eitt kent navn innan føroyska tónlekaheimin. Tey vunnu tónleikakappingina Sement í 2011, framførdu á G! festivalinum sama árið, fingu eitt av teirra løgum við á nýggju Amnesty fløguna, og í dag eru tey aktuell við egnari fløgu. Røddin hevur fingið sær eitt prát við bólkin um samstarvið, tónleikin og nýggju fløguna, Vónin er.
29.07.2013 - 14:00


Tekstur: Guðrun í Jákupsstovu
Mynd: Torkil Djurhuus
info@roddin.fo

 

- Tað byrjaði alt… tveir dagar áðrenn Sement-kappingina í 2011. Soleiðis greiðir Bartal Augustinussen frá, tá eg spyrji hvussu tónleikaduettin Guðrun & Bartal byrjaðu at spæla tónleik.
- Vit høvdu kenst og verið vinfólk leingi og høvdu altíð spælt við hugskotið um at framføra okkara egna tónleik. Okkum dámar bæði væl at spæla og framføra, so Sement í 2011 gjørdist onkursvegna eitt startskot fyri okkum. Tað fekk okkum í sving.

 

Hóast luttøkan á Sement hjá 25 ára gomlu Guðrun Pætursdóttir og 28 ára gamla Bartali Augustinussen var heldur spontan, so var lítil ivi millum dómararnar, hvør skuldi hava 1. plássið. Við hesum heiðrinum fingu Guðrun & Bartal høvið at spæla á G! festivalinum 2011.

 

 

- Aftaná Sement byrjaði alt nærum av sær sjálvum. Vit fingu møguleikan at spæla á G!, og eftir hetta blivu vit biðin meir og meir. Hugurin og seriøsiteturin vaks av tí sama. greiðir Bartal frá.
- Vit vóru eisini við í kappingini hjá Amnesty um at skriva sangir til teirra nýggju fløgu. Okkara sangur ”Hygg rundanum” gjørdist nummar tvey, leggur Guðrun afturat.

 

Í august 2012 byrjaði arbeiðið, sum í apríl 2013 bleiv til fløguna Vónin er. Fløgan varð tikin upp í Studio Bloch, og Benjamin Petersen var oddamaðurin í framleiðsuni og upptøkunum. Allir sangirnir, ið vóru tiknir upp til fløguna, vóru sangir, ið tey høvdu framført fyrr, og sum fólk høvdu hoyrt.

 

- Okkara tónleikur er eyðkendur fyri at vera stillur, inniligur, melankolskur og vakur. Tað er ikki eitt útrykk, vit tilvitað hava strembað eftir, men sum er komið meira av tilvild. Soleiðis er okkara tónleikur bara, sigur Bartal.

 

Eg bíti meg fasta í orðingina hjá Bartali ”okkara tónleikur” og spyrji, hvussu arbeiðsbýtið í bólkinum er. Hvør ger hvat? Bartal hyggur at Guðruni og sigur so: - Tað er ongin loyna, at tað er eg, sum bæði skrivi løgini og tekstirnir í bólkinum, men tað merkir ikki, at parturin hjá Guðruni liggur eftir. Guðrun syngur, og uttan hennara rødd høvdu løgini ikki fingið tað eyðkennið, ið tey hava, og sum eyðkennir allan okkara tónleik. Uttan Guðruna eru løgini onki verd.

 

Hóast øll løgini á nýggju fløguni hjá Guðrun & Bartal eru framførd fyrr, so er ljóðmyndin nakað øðrvísi, enn tað, ið fólk kendu til áðrenn. - Allar tær ferðirnar vit hava framført, hevur ljóðmyndin verið sera einkul. Fyri tað mesta bara mín rødd og gittarin hjá Bartali, greiður Guðrun frá. - Fløgan er tískil ein heilt øðrvísi uppliving við øllum ljóðførunum og kórsangarunum ið eru løgd afturat.

 

 

Bartal leggur tó dent á, at hóast tað er ein øðrvísi manning á fløguni, so fara flestu live-framførslurnar framhaldandi bara at vera við Guðruni og Bartali. - Vit eru enn duoin Guðrun & Bartal, og live-framførslurnar hjá okkum skulu kunna bera seg við bara okkum báðum á palli. So hóast ljóðmyndin á fløguni ikki er heilt tann sama, so vilja vit ikki skuffa áhoyrararnir, tá vit eru á palli. Við okkara tónleiki vilja vit gjarna røra okkurt innan í fólki. Og tað skulu vit kunna bæði á fløguni og live.

 

Bæði eru tey tó sera takksom fyri øll tey fólkini, ið settu sín dám á fløguna og hjálptu til at gera hana til veruleika. - Tað var ikki altíð bara lætt og spennandi. Tá mann hevur verið í gongd síðan august, og verður liðugur í apríl, so sigur tað seg sjálvt, at har eisini hava verið drúgvar, ótolnar og frustreraðar løtur. Tá er tað gott at hava ein góðan framleiðara, leggur Bartal afturat. - Benjamin var øgiliga dugnaligur og dugdi væl at skilja okkum, og hvussu vit vildu hava tónleikin at ljóða. Hann hevði gott yvirblikk og visti altíð, hvat skuldi gerast.

 

 

Til seinast stendur ein spurningur eftir. Hvat nú, tá fløgan er útkomin? Eru nakrar ætlanir um at fara víðari við tónleikinum, kanska uttanlands? Bæði hyggja tey eftir hvør øðrum og yppa øksl.

 

- Vit gjørdu fløguna tí okkum dámar væl at spæla tónleik og tí at vit hava framleitt so mikið nógv, at har var nokk til eina fløgu, sigur Guðrun.

 

- Vit eru nokkso niðri á jørðini, tá tað kemur til tónleikin. Tað er ikki beinleiðis nøkur ætlan um at røkka víðari út í heim við honum, men meira eitt ynski um at vísa, hvørji vit eru, og hvat okkum dámar at gera. Og tá tað, ið okkum dámar at gera, verður væl móttikið, so gevur tað okkum sjálvsagt eisini hug at halda fram. Tað er ein gleði at kunna framføra okkara tónleik saman, og tað er nokk mest tí, vit gera tað, sigur Bartal. Guðrun nikkar samtykkjandi.

 

 

Við hesum síðstu orðum takki eg vegna Röddina fyri meg og ynski Guðruni & Bartali alt tað besta framyvir.
 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.