Samrøða við ein gerandisfeminist

Mynd: Damudomi
Samrøða við ein gerandisfeminist
Les samrøðuna, ið Røddin gjørdi við Sunnevu Háberg Eysturstein, ið er ein av stovnarunum av Damudomi
15.07.2017 - 19:32

Skrivað hevur Magnus Høgenni

 

G! Festivalurin hevur síðan tað byrjaði verið ein pallur fyri tey alternativu, radikalu, og tær marginaliseraðu røddirnar, sum annars ikki hava havt rúm aðrastaðni. Ein av hesum røddunum er feministiski felagsskapurin Damudomi, sum í ár settu sín dám á G! festivalin fríggjakvøldið í fjósinum við damudiskarunum, ið kallast Mariumessa á Vári, Christalish og Honeypie.

 

Í samband við hetta hevur Røddin havt eina samrøðu við ein av stovnarunum, Sunnevu Háberg Eysturstein.

 

 

 

Hvat er Damudomi? Hvat er endamálið?

- Damudomi er ein felagsskapur av damum frá ymiskum bakgrundum og ymiskum áhugamálum, sum er til fyri at seta fokus á, hvussu heimurin er í mun til kyn og at varpa ljós á tær ymsu síðurnar á feminismuni, sigur Sunneva.

 

 

Kvinnurnar handan Damudomi eru als ikki líka

- Vit, sum byrjaðu hetta, eru hvør sær involveraðar í fleiri ymsum økjum. Til dømis er ein av luttakarunum listfrøðingur, og saman við henni skipaðu vit fyri framløgum innan eitt nú kynsrollur í marknaðarføring og list. Ein onnur er útbúgvin retorikari, sum førdi til, at vit eisini hava hildið tiltøk um eitt nú málbrúk og hvat málbrúkur dominerar í samfelagnum, sigur hon.

 

- Eisini hava vit skipað fyri DJ-workshops fyri kvinnum, ið eita "Synka tín syklus", og har er fult teknað hvørja ferð. Úr hesum workshoppunum eru komnar fleiri aktivar DJs, sum so eisini koma at spæla á G! í ár. Hetta meta vit vera eitt gylt høvi til at vísa akkurát hvat okkara felagsskapur og tiltøk kunnu føra til, sigur Sunneva Háberg Eysturstein at enda.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.