- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góð ráð fyri at basa timburmenninar
Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo
Niklas Brimnes, 17 ára gamal, Velbastaður:
- Eg havi rættiliga ringar timburmenn beint nú, og tá eg havi timburmenn, eti eg vanliga eina hvonnpitsa, men eg hevði ikki tíð at keypa mær eina heimvið í morgun. Annars so hjálpir tað at klemmast og hyggja eftir einum filmi - um mann ikki finnur ein góðan film, so er tað Agnes Obel. Og tað er týdningarmikið, at mann bíðar ein dag við at fara í brús.
Bogi Lamhauge, 19 ára gamal, Tórshavn:
- Tá ið eg havi timburmenn, orki eg vanliga einki. Eg fái mær vatn, tá ið eg vakni, og annars so liggi eg bara frammanfyri telduna. Men eitt hjálpur at eta: Bacon!
Sigrið Gyldenkærne Dalsgarð, 22 ára gomul, Keypmannahavn:
- Mín dagur við timburmonnum inniber at eta nógv junk. Eg búgvi í Danmark, men um eg eri heima so er tað City. Og um tað liggur fyri so koyri eg ein góðan film á. Mítt ráð til tey, ið liggja heima við timburmonnum beint nú, er: Etið junkfood. Tað hjálpir!
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |