- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kony varð ikki fangaður - sjálvt um tú dámdi síðuna á Facebook
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-forsida-stor/public/kony_2012_0.jpg?itok=QL2QOQBH)
Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo
Tann 30 minuttir langi filmurin ferðaðist skjótt og skelkaði fólk runt um allan heimin við teimum sterku myndunum úr Uganda. Í filminum varð greitt frá um støðuna hjá fólkinum í Uganda og um uppreistrarmannin Joseph Kony, ið rændi børn, gjørdi tey til barnahermenn, sexslavur o.s.v. Endamálið við filminum og verkætlanini hjá felagstovninum Invisible Children var at gera nóg nógv burturúr Kony, so at allur heimurin skuldi vita, hvør hann var og vísa tí amerikansku stjørnuni, at fólkið vildi hava hann fangaðan.
Fólk samlaðust, myndir av Joseph Kony vóru heftar á veggir, og pengar vóru savnaðir inn. Mátin at savna pengar inn var at við at selja eitt Kony 2012 Kit, har plakatir, armbond o.a. fylgdi við. Eisini kundi fólk geva pengar inn til felagsstovnin. Hesir pengarnir vóru tó ikki savnaðir inn til fólkið í Uganda, men vóru nýttir til filmsholdið, sum síðan kundi gera meira verkætlanir fyri at gera Kony „kendan“.
Tann 20. apríl í 2012 var tað Kony Night, og fólk samlaðust í stórbýum við myndum og klistrumerkjum av Kony, sum tey síðan kundi hanga upp, so at Kony var at síggja allastaðni. Eina tíð seinni raknaði amerikanska stjørnin við og sendi eitt herlið til Uganda at hjálpa herinum har at finna Kony. Invisible Children hevði endiliga vón um at steðga Joseph Kony. Men teir amerikansku hermenninir fóru ikki at vera har í allar ævir, so fólkið mátti halda á fram at geva pening, verða hoyrt av amerikansku stjørnini og vísa, at tey løgdu í.
Tá ið hetta kom ígjøgnum í 2012, vóru tað 7 ár gingin síðan Joseph Kony var farin úr Uganda, og fólkið í Uganda var byrjað at koma fyri seg aftur. Av tí sama komu nógvar atfinningar frá fólkinum í Uganda, tí nú var ov seint hjá teimum, og filmsholdið nýttist ikki at seta sjónareykuna á tey.
Og varð Kony steðgaður? Verkætlanin Kony 2012 var eitt rák í nakrar fáar mánaðar, Joseph Kony varð skjótt gloymdur, og hvat allir pengarnir vóru brúktir til, veit mann framvegis ikki rættiliga.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |