- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skunda tær at boða frá siðabroti, áðrenn tú fyllir 28 ár - annars er ov seint!
Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo
Fyri summarfrítíðina prýddi Føroyar forsíðuna á Ekstrablaðnum. Eitt lið hjá Ekstrablaðnum hevði gjørt eina greinarøð og samrøður við føroyingar og hevði sett sjónareykuna á siðarbrot í Føroyum. Ein av føroyingunum, ið Ekstrablaðið tosaði við, var 57 ára gomlu konuna, ið segði hesi orðini: Færøerne er de pædofiles paradis. Hesu orðiðini gjørdist eisini yvirskriftin á blaðnum.
Fylgið einari kanning frá Universitetinum í Århus so eru 5,2 prosent av næmingunum í føroysku 8. flokkunum vorðnir kynsliga misnýttir. Tað er 3,5 ferðirnar so nógv sum í Danmark, har talið er 1,5 prosent.
5,2 prosent av næmingunum í 8. flokkunum í Føroyum hava verið undir kynsligum ágangi. Um hesir næmingarnir ikki tora at siga frá beinanvegin, so fer brotsgerðarmaðurin ikki at fáa nakra revsing. Um ov nógv tíð gongur, so er fortíðin fortíðin, og málið verður gloymt. Í fleiri árhundrað hevur pedofilið sloppið at gjørt sín skaða í føroyska samfelagnum. Og pedofilið hevur sloppið, tí tað hevur havt tøgnina og fyrningarfreistina sum vápn.
Í dag skrivar Annika Olsen, landsstýriskvinna við almennamálum, soleiðis á Facebooksíðu hennara: “Tað er ongin ivi í míni sál um, at vit eiga at taka fyrningarfreistina burtur í samband siðamisbrot og kynsligan harðskap. Tey, sum hava verið fyri teirri vanlagnu, at verða útsett fyri kynsligum harðskapi skulu hava møguleika alt lívið at fáa rættarliga uppreisn og ikki sum i dag, at eitt mál er fyrnað, tá man er vorðin 28 ár.“
Í morgin hevur tú møguleikan at taka undir við hesum og bróta tøgnina. Klokkan 14:00 leygardagin 3. august verður mótmælisgonga í Tórshavn, har hjartamálini eru at royna at fáa fyrningarfreistina og tøgnina burtur í samband við fráboðanir um kynsligan ágang. Farið verður frá Svimjuhøllini í Gundadali, síðan verður gingið omaneftir R.C. Effersøesgøtu og endað verður í Tinghúsinum. Felagssangir verða sungnir á vegnum, og uttan fyri løgtingið er ætlanin at seta eitt lítið flagg í vøllin fyri øll tey, ið eru vorðin misnýtt kynsliga. Talskvinnur og fyriskiparar av hesum tiltaki eru Mimmy Vágsheyg og Brynhild Bláhamar.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |