Voxpop: Er Summarfestivalurin tónleikur ella ball?

Mynd: Una Nielsdóttir Galán
Voxpop: Er Summarfestivalurin tónleikur ella ball?
Röddin hevur verið úti og spurt tríggjar festivalgestir, hvørjum teir fara at lurta eftir, og hví teir fara á Summarfestival.
08.08.2013 - 17:15

Jens Petur Tróndarson, 18 ára gamal, Tórshavn

 

Hvønn bólk gleðir tú teg mest til á ársins Summarfestivali?

- Tað má vera Kim Larsen ella MIKA.

 

Fert tú á Summarfestivalin fyri tónleikin ella ballið?

- Tað er ball!

 

Camilia Aneto Olesen, 20 ára gomul, Vejle

 

Hvønn bólk gleðir tú teg mest til á ársins Summarfestivali?

- Eg gleði meg ordiliga nógv at hoyra Kim Larsen

 

Fert tú á Summarfestivalin fyri tónleikin ella ballið?

- Eg eri her mest fyri ballið og at møta nýggjum fólkum. Hetta er fyrstu ferð, eg eri í Føroyum, og higartil hevur tað verið skitifeitt.

 

Rasmus Biskopstø, 21 ára gamal, Klaksvík

 

Hvønn bólk gleðir tú teg mest til á ársins Summarfestivali?

- Eg gleði meg ræðuliga nógv at hoyra Mika í kvøld, men eg haldi, at eg gleði meg mest til leygarkvøldið at hoyra Kim Larsen.

 

Fert tú á Summarfestivalin fyri tónleikin ella ballið?

- Hatta er er ein góður spurningur! Eg haldi, at tað er ein ordiliga góð blanding av báðum, men kanska eitt lítið sindur meira ball.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.