Hvat hendir, tá menn verða neyðtiknir?

Hvat hendir, tá menn verða neyðtiknir?
Hetta er evnið, sum nýútbúni filmsleikstjórin Andrias Høgenni granskar í komandi filmi sínum “Det mand ikke taler om”. Filmurin byggir á samrøður við menn, sum eru vorðnir neyðtiknir bæði av kvinnum og monnum.
19.08.2013 - 00:15

 

24 ára gamli leikstjórin Andrias Høgenni varð fyri stuttum liðugt úbúgvin sum leikstjóri á skúlanum 18 Frames í Odense. Hann er longu farin í holt við sína fyrstu professionellu verkætlan, ið er ein 30 minuttir langur fiktiónsfilmur, sum skal varpa ljós á, hvussu neyðtøka ávirkar mannfólk. Filmurin ber heitið "Det mand ikke taler om". 

 

- Alt byrjaði, tá ið eg eitt leygarkvøldið ballaðist saman við nøkrum vinmonnum í Odense. Knappiliga sigur onkur, at ein maður, sum vit allir kenna, einaferð varð neyðtikin uttanfyri SMS. Av tí at tað ljóðar so absurd, byrja vit allir bara at smáflenna. Tað er ein reaktión, sum eg enn skammist av, og satt at siga er filmurin ein stór reaktión uppá ta løtuna, greiðir Andrias Høgenni frá.

 

Av tí at vit so sjálvdan hoyra um vaksnar menn, sum eru fyri kynsligum ágangi, hevur Andrias valt at byggja filmin á samrøður við neyðtøku-offur, sum vilja standa fram, soleiðis at ongin ivi skal vera um, at søgurnar, sum verða bornar fram í filminum, eru sannar. Samrøðurnar verða síðani skrivaðar um til monologar og dialogar, sum verða lagdir yvir upptøkurnar av fiktivum persónum og teirra gerandisdegi.

 

- So stór skomm er tengd at neyðtøku, at teir flestu menninir ikki melda tað. Í onkrum førum eru tað eisini fleiri, ið hava sett spurnartekin við, um tað yvirhøvur er gjørligt hjá einari kvinnu at neyðtaka ein mann. Vit hoyra ongantíð søgurnar hjá hesum monnunum, so er tað onki løgið, at nógv ivast í, um hesar søgurnar yvirhøvur eru til, sigur Andrias.

 

Andrias Høgenni hevur m.a. prátað við ein mann, sum ígjøgnum fleiri ár er blivin misnýttur av konu síni. Hann leitar eisini eftir føroyskum monnum, ið vilja traðka fram við sínari søgu. Ein kann venda sær til Andrias á andrias@18frames.dk

 

Dansk Krisecenter fær á hvørjum ári 20 áheitanir frá monnum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi. Í Føroyum finnast ikki hagtøl fyri, hvussu nógvir menn eru fyri kynsligum ágangi. 

 

Til ber at lesa meira um "Det mand ikke taler om" her umframt at stuðla filmsframleiðsluni. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.