15 kreativir amerikanarar í Føroyum

15 kreativir amerikanarar í Føroyum
Fríggjadagin gekk leiðin hjá teimum 15 amerikanarunum, ið hava búð á Føroya Háskúla í 5 vikur í summar, heim aftur til Seattle. Tey eru øll lesandi á University of Washington, har næmingarnir hava í boði at fara uttanlands at kanna eitt ávíst evni. Röddin hevur gjørt eitt prát við Nathaniel Marshaun um túrin og arbeiðið í Føroyum.
26.08.2013 - 16:00

 

Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo

 

Á University of Washington er eitt spennandi øki, ið verður rópt ‘Comparative History of Ideas‘. Hetta økið gevur næmingum møguleikan at gera sjálvstøðugar kanningar, har ymisk evni verða viðgjørd. Evnið velur mann eftir áhuga og somuleiðis arbeiðsháttin. Tá ið tú ert lesandi innan hetta økið, fært tú eisini møguleikan at gera eitt kanningararbeiði uttanlands, og í ár var Føroyar á listanum yvir lond, mann kundi vitja.

 

- Tað var okkara lærari, ið gjørdi av, at vit skuldu til Føroyar. Hann hevur í átta ár verið í Íslandi ígjøgnum hesa skipanina, og í fjør møtti hann einum føroyingi á flogvøllinum í Reykjavík. Hesin føroyingur bað hann koma til Føroyar við sínum næmingum, og soleiðis endaðu vit her. Vit vistu einki um Føroyar, áðrenn vit komu, og tá ið vit søgdu fólki, hvar vit fóru, hevði eingin hoyrt um hesar oyggjarnar áður, sigur 20 ára gamli Nathaniel Marshaun úr Seattle.

 

Í CHID (Comparative History of Ideas) verður dentur lagdur á, at arbeiðið verður víst fram á ein kreativan hátt. Á linjuni eru nógv ymisk øki sum t.d. vísindi, list og læran um menniskja, og røðin av verkætlanum er eins ólík og røðin av teimum ymisku lestrarmøguleikunum, ið fólk hava valt sær. Arbeiðið í Føroyum er sjálvstøðugt arbeiði, og tey arbeiða ikki sum ein bólkur, men hava hvør sína verkætlan.

 

- Eg havi altíð verið mest áhugaður í vísindi og støddfrøði og valt leiðir, ið seinni kunna føra meg til at lesa læknavísindi. Men í seinastuni havi eg so funnið útav, at tað er ov avmarkað fyri meg. Tað snýr seg bara um yrkisbøkur og nógvar royndir. Mann sleppur ikki at kjakast um vísindi, sum í stóran mun hevði gjørt tað stuttligari og meira avbjóðandi. Av hesum orsøkum valdi eg CHID.

 

- CHID leggur stóran dent á kreativitet, og eg havi funnið útav, at tað er ein av mínum veikleikum. Eg havi roynt at koma meira í samband við hesa síðuna av mær, ímeðan eg havi verið her, og fari at vísa arbeiðið fram á ein hátt, sum ikki fer at minna um ein stíl ella onkra skrivliga uppgávu. Tað, sum eg geri her, er okkurt ímillum eitt ævintýr, gudalæru og tilvitskuvíðkandi royndir. Framferðarhátturin hjá mær hevur verið, at eg havi tikið ymisk ljóð uppá runt her á oyggjunum, og saman við nøkrum tónleikakønum fari eg at seta tað saman til eitt ljóðband, fortelur Nathaniel.

 

Í Seattle hevur Nathaniel arbeitt í eina tíð við einari søgu, ið snýr seg um hansara lestur og tær kanningarnar, ið hann hevur gjørt. Nathaniel fer at lesa søguna hart upp, og ljóðbandið, ið hann hevur arbeitt við her, fer síðani at spæla aftanfyri. Søgan var ikki skrivað liðug í Amerika, men skuldi fáa sítt endaliga skap eftir túrin í Føroyum.

 

- Ein partur í søguni snýr seg um rúsdrekkamentanina her. Tað er ikki tann týdningarmesti parturin í søguni, men eg havi kortini valt, at eg fari at varðveita hann. Rúsdrekkamentanin er nógv øðrvísi her, og eg eri púra bergtikin av henni. Eg má hanga í, tá ið eg drekki saman 17 ára gomlum, og býartúrarnir eru altíð líka svakir. Í øllum ørskapinum er tó so nógvur vakurleiki. Mann følir hjartað á fólkunum, mann møtir, og sjálvt um øll eru full, so er nógvur kærleiki ímillum tey. Fólkini her eru blíð, fyrikomandi, og mann følir seg vælkomnan, sigur Nathaniel.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.