- Vit bíða bara og vita, hvat næsta stigið hjá Putin verður

- Vit bíða bara og vita, hvat næsta stigið hjá Putin verður
Í juni í ár setti Vladimir Putin brádliga forboð ímóti øllum samkyndum og LGBT-virksemi. Hetta varð byrjanin á ein myrkan kapitul í søguni um rættindini hjá samkyndum í Russlandi. Röddin hevur prátað við 19 ára gomlu Nadiu Ermakova um støðuna í heimlandinum.
29.08.2013 - 08:00

 

Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo

 

- Tað hevur altíð verið nakað ringt og negativt, tá onkur hevur verið samkyndur í Russlandi. Eisini hevur tað verið flóvisligt, og gentur og dreingir hava aldri viljað víst teirra seksualitet. Familjur hava eisini sæð tað sum ein stóra skomm, tá ið dóttirin t.d. ikki dámar dreingir, men heldur vil vera saman við einari gentu. Sjálv kenni eg eingin samkynd í Russlandi - ella møguliga tora tey bara ikki at vísa tað, fortelur 19 ára gamla Nadia Ermkova, ið býr í Kazan Tatarstan í Russlandi.

 

Núverandi støðan í Russlandi er skelkandi fyri allan heimin, og eingin bati er at síggja. Støðan hevur við sær, at nógvur hatur verður vendur ímóti samkyndum, tvíkyndum og transkyndum, og fólk nýta hesa anti-LGBT lóggávuna sum umbering fyri at gera seg inn á fólk og alt LGBT-virksemi.

 

 

- Øll, ið eg kenni, finnast harðliga at hesar lóggávuni, tí hetta er bara slett ikki menniskjasligt. Eg og míni vinfólk eru øll samd um, at mann eigur at sleppa at gera tað, ið mann hevur hug til, og fólk skulu hava frælsi - men hesum er tað eldra ættarliðið ikki ordiliga samt í. Tey eru nøgd við lóggávuna.

 

Nýggja lóggávan ger tað ólógligt at útala seg um rættindini hjá teimum samkyndu, at gera mótmælisgongur, at gera LGBT-skrúgongur (Pride Parade) og at geva ómyndigum upplýsingar um LGBT. Brot á lógina kann føra til 2 vikur í varðhaldi ella eina bót á 130.000 krónur. Og hendan revsingin er ikki bara galdandi fyri russar, men ferðafólk kunnu eisini verða blakað úr landinum, um tey gera brot á lógina. Fyrr í august, sambært pinknews.co.uk, gingu tíðindi um, at Alexander Mikhailov, ið er limur í russiska parlamentinum, royndi at innføra eina lóg, ið fór at gera tað møguligt at píska fólk við øðrum seksualiteti á almennum torgum.

 

 

- Fyri nøkrum fáum vikum síðan fóru Putin og kona hansara (nú fyriverandi) frá hvørjum øðrum, og tað er ikki nakað loyndarmál her, at Putin nú svevur við einari nógv yngri kvinnu. Skilir tú, Putin hugsar slett ikki um familju, og so ger hann brádliga eina anti-LGBT propaganda lóg. Eg skilji einki. Hendan støðan er øll, sum hon er, fullkomiliga hol í høvdið, sigur Nadia.

 

- Í Russlandi er tað, tíverri, soleiðis, at tað slett ikki er vanligt ella nakar siður at gera uppreistur og mótmælisgongur. Øll eru onkursvegna bangin fyri forsætisráðharranum og stjórnini. Tí bíða vit bara og vita, hvat næsta stigið hjá Putin verður. 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.