- Hendan mótmælisgongan kann bert eydnast, um øll koma við!

- Hendan mótmælisgongan kann bert eydnast, um øll koma við!
“Hvar er fólkaræði?“ og “Hvør er framtíðin hjá okkum?“ eru tveir av mongum øðrum spurningum, ið røðarar fara at taka upp, tá ið mótmælisgongan verður á Vaglinum leygardagin. Röddin hevur gjørt prát við Regin Winter Poulsen, ið er formaður í Unga Tjóveldið og ein av stigtakarunum til mótmælisgonguna.
30.08.2013 - 12:30

 

Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo

 

Á Vaglinum leygardagin kl. 14 verður mótmælisgonga, ið 32 feløg - bæði fakfeløg og politisk ungmannafeløg - hava tikið stig til. Henda mótmælisgongan fer ikki at snúgva seg um partapolitikk, sitandi samgonguna, men um handfaringina hjá Kára P. Højgaard, formanni í Sjálvstýrisflokkinum og landstýrismanni í Innlendismálaráðnum.

 

- Mótmælisgongan er eitt uppróp og ein áheitan á Løgtingið og alt Føroya fólk um at virða tað fólkaræði, sum hetta landið skal eitast at byggja síni mest grundleggjandi virðir á. Tiltakið snýr seg ikki um, um vit skulu hava tunnil ella ikki, men um, at vit góðtaka ikki, at fakfólk ikki verða hoyrd, sigur Regin Winther Poulsen, ið er formaður í Unga Tjóveldið.

 

 

- Okkara vón er at koma við einari hugburðsligari áminning til øll fólk í Føroyum, um at fólkaræði ikki er nakað, sum bara er, men nakað, sum allatíð má røkjast, og at tað kanska júst er manglandi røktin, ið ger, at hetta, ið er farið fram í seinastuni er sloppið at fara so langt. Vit vilja minna øll fólk í Føroyum á, hvørja risastóra ávirkan, vit kunnu hava, um vit bert læra okkum at siga okkara hugsan og krevja okkara rætt.

 

Fólk í Føroyum eru á gosi um tunnilsmálið, og Regin Winter Poulsen væntar góða undirtøku leygardagin. Tað er tó ikki bara í Føroyum, at fólkið mótmælir. Útsetar hava nú eisini tikið seg saman, og tá ið teir ikki kunnu koma til Føroyar at mótmæla, verður skipað fyri mótmælistiltøkum í Keypmannahavn, Odense, Århus, Reykjavík og München.

 

 

- Fólk allastaðni tykjast ónøgd og óvird, og tí trúgvi eg, at nógvar rembingar fara at fara fram á politiska økinum. Hvønn veg og hvussu, skal eg ikki koma inn á, men soleiðis, sum útlitini eru nú, eru nógvar broytingar fyri framman. Men hendan mótmælisgongan kann bert eydnast, um øll koma við, sigur Regin Winther Poulsen. 

 

Tey 32 fakfeløgini og ungmannafeløgini eru:

Akademikarafelag Føroya, Arkitektafelag Føroya, Bioanalytikarafelagið, Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya, Ergoterapeutfelagið, Felagið Føroyskir, Sjúkrarøktarfrøðingar, Fysioterapeutfelag Føroya, Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Byggifrøðingafelag, Føroya Fiskimannafelag, Føroya Lærarafelag, Føroya, Pedagogfelag, Føroya Tekniska Lærarafelag, Føroya Verkfrøðingafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya, Kost- og føðslufelag Føroya, Landsfelag handverkaranna, Leikarafelag Føroya, Ljóðsmøðrafelag Føroya, Magistarafelag Føroya, Maskinmeistarafelagið, Musikklærarafelag Føroya, Radiografar í Føroyum, Starvsmannafelagið, Yrkisfelagið Miðnám, Føroya Handverkarafelag, Framsøkin Ung, Sosalistisk Ung og Unga Tjóðveldið

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.