Hvat eyðkennir hárstílin í 2013?

Hvat eyðkennir hárstílin í 2013?
Sítt ella stutt? Krúllur ella slætt? Vilja gentur hava silvurljóst hár? Röddin var á gátt í Júniik, har vit tosaðu við Ann Petersen um, hvør hármótin í 2013 er.
10.09.2013 - 09:00

 

Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo

 

Í 1920unum sá mann nógv stutt hársnið, í 60unum var tað „jú størri jú betur“, og kvennleikin skuldi vísast. Í 2000 gjørdist alt loyvt, og vit hava sæð eitt sindur av øllum. Men hvat eyðkennir so hármótan í 2013? Vilja dreingir hava svenskerhár, og er enn neyðugt hjá gentum at hava eina goymslu við hárspray, fyri at stóra hárið og krúllurnar skulu sita?


- Hármótin í 2013 er ikki so sermerktur av nøkrum ávísum áratíggi. Viðhvørt hevur mann hugt serliga aftur á eitt árstal, men í løtuni er tað ikki so nógv av tí, og tað er ikki tann stóra broytingin í hárstílinum fyri tíðina. Herfyri var eg á skeið í Danmark, og tá var nakað av hársniðnum hjá gentum øgiliga stutt, men tað mesta var hárlangt, fortelur Ann Petersen, ið er hárfríðkanarkona í Júniik í Tórshavn.

 

Seinastuni mongu árini hevur tað verið væl umtókt hjá gentum at hava sítt hár, og flestu gentur vilja bara fáa endarnar kliptar viðhvørt, men lata hárið vaksa. Hetta hevur verið nógv gjøgnumgangandi fyri ungar gentur, og tær hyggja ikki so nógv eftir, hvør hármótin er.


- Fólk vilja verða meira natúrlig fyri tíðina. Fyri nøkrum fáum árum síðani vóru nógvar gentur, ið høvdu ljóst hár við gráum skeri í, men tað sær mann ikki so nógv longur. Tað fer altíð at vera onkur, ið vil hava okkurt øðrvísi, men mann sær mest natúrlig hársnið og natúrligar hárlitir.

 

- Ein trendur, sum tó er nógv frammi fyri tíðina, um vit tosa um liting, er hárstílurin hjá teimum eldru kvinnunum. Tær, ið hava grátt hár, lata hárið verða verandi grátt. Í staðin fyri at dekka gráu hárini, fáa tær sær bara nakrar fáar strípur í.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.