Fokkfingur kann kosta M.I.A. meira enn 8 mió. kr

Fokkfingur kann kosta M.I.A. meira enn 8 mió. kr
Síðstu 18 mánaðirnar hevur M.I.A. verið í stríði við amerikanska fótbóltssambandið NFL, sum vil hava hana at rinda meira enn 8 mió. krónur í bót. Orsøkin? Í minni enn eitt sekund fokkaði hon, meðan hon framførdi til Super Bowl í 2012.
20.09.2013 - 17:00

Hesa ferð er tað ikki hvassorðaða tungan hjá M.I.A., men hennara longutong, sum hevur givið henni trupulleikar. Til Super Bowl-finaluna í 2012, tá hon framførdi saman við Madonnu, vísti hon ein fokkfingur í minni enn eitt sekund, meðan hon sang "I don't give a shit". Hetta hevur havt við sær eitt 18 mánaðar langt sakarmál við amerikanska fótbóltssambandið NFL, sum vil hava hana at rinda meira enn 8 milliónir krónur í bót. 

 

NFL ákærir M.I.A. fyri sáttmálabrot og fyri at oyðileggja góða orðið, sum Super Bowl annars hevur á sær. Eisini ljóðar tað, at hennara nummar bert snúði seg um at fáa uppmerksemi í heimspressuni. Sambært sakførara hennara, Howard King, hevur M.I.A. ætlanir um at fara í kriggj ímóti valdsmikla fótbóltsfelagsskapinum og pástandinum um, at NFL umboðar góð virðir. 

 

Í samrøðu við The Hollywood Reporter vísir King á, at NFL hvørja viku er sekt í brotsgerðum so sum at mutra mótsspælarar, rasistiskar og homofobiskar útsagnir frá spælarunum, og at hædd ikki verður tikin fyri heilsuni hjá leikarunum.

 

Síðan óhepnu hendingina, tá eina bróstið hjá Janet Jackson bleiv varpað út til milliónir av hyggjarum í Super Bowl-finaluni í 2004, er reglugerðin fyri Super Bowl nógv herd. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.