- Tíðindi, mentan og ítróttur
- At føla og hoyra tónleikin var fantastiskt!

Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo
Í vár hevði Berin, ið er ein sjálvhjálparbólkur hjá børnum og ungum, ið hava mist, eitt tiltak í Norðurlandahúsinum, og umframt Hanus G. Johansen og Eivør Pálsdóttir varð 17 ára gamla Døgg eisini biðin um at syngja.
- Eg var við á Stuðulskonsertini hjá Beranum í mars í ár, og tað var fyrsta konsertin hjá mær. Tað var eitt upplivilsi! At føla og hoyra tónleikin fyrstu ferð var fantastiskt, fortelur Døgg Nónsgjógv, ið er ættað av Innan Glyvur.
- Mær hevur altíð dámað væl at sungið, og tað er bara ein natúrligur partur av mær. Eg byrjaði at gera egnan tóneik fyri umleið tveimum árum síðani, tá ið eg eisini byrjaði at læra meg at spæla guittara.
Tónleikur hevur altíð verið partur av lívinum hjá Døgg, men tað var ikki fyrr enn eftir Stuðulskonsertina, at ferð kom á yrkisleiðina. Døgg er nú aktuell við tveimum sangum „Tú Tók Mína Hond“ og „Tú Ert Hjá Mær“. Sangirnir eru sera ymiskir, annar hevur skjótar og glaðar tónar, meðan hin er meira friðaligur. Sangirnir eru enn ikki nakrari fløgu, ið fæst til keyps í handlum, men liggja á iTunes.
- Fyri tíðina skrivi eg løg og tekstir, og ætlanin er sjálvandi at innspæla meira og geva eina fløgu út, fortelur Døgg.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |