- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hamferð kunnger útgávudato og nýtt lag av komandi fløguni

Góð tíðindi til føroyskar tungmálmsfjepparar. Fyrsta fløgan hjá Hamferð kemur út 11. oktobur - ein dag áðrenn útgávukonsertina saman við íslendska bólkinum Sólstafir í Norðurlandahúsinum. Á Facebook-síðu síni avdúka Hamferð, at navnið á fløguni, sum leingi hevur verið loyniligt , er Evst. Fløgan verður givin út í Týsklandi, Eysturríki og Sveis 15. oktobur.
Evst er ein konseptfløga, og Jón Hansen, sum skrivað tekstirnar og er forsangari, greiddi fyrr í ár í samrøðu við Röddina frá, at hon snýr seg um ein pápa, sum missir son sín burtur í ódnarveðri. Hann greiddi eisini frá, at hann fær nógvan íblástur frá føroysku náttúruni og huldusøgum.
Hoyr lagið Evst av komandi fløguni her.
Hoyr eisini reportasjuna DOOM Í DÓMKIRKJUNI um konsertina hjá Hamferð í Havnar kirkju í januar.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |