Kennir tú enneagramm?

Kennir tú enneagramm?
Lætt er hjá øðrum at siga, hvør tú ert, hvørjar eginleikar tú hevur, hvat øsir teg, og hvat frøir teg. Men kennir tú tínar ringu og tínar góðu síður? Veitst tú, hví tú ilskast inn á tað, ið tú ilskast inná? Og hvat er tað, sum ger, at tú altíð verður so lætt øvundsjúkur? Ikki er altíð lætt, tá ið ein sjálvur skal seta orð á, hvør mann er, og hvønn samleika ein hevur. Enneagramm er eitt amboð, ið hjálpir tí einstaka at finna, síggja, skilja og góðtaka tann, mann er.
07.10.2013 - 08:00

 

Ennea merkir níggju, og gramm merkir modell. Enneagramm er eitt amboð, ið skal hjálpa fólki at finna sín samleika. Øll vita ikki, hvørji tey eru, og kenna ikki allar síðurnar av sær sjálvum. Enneagrammið er bygt upp soleiðis, at tað eru níggju ymiskar týpur í eini ringrás, ið skal mynda menniskju. Ringrásin við teimum níggju týpunum og hetta amboðið sigst vera yvir 2.500 ára gomul og er eitt av nógvum amboðum, ið hjálpir einum at finna sín samleika. Tær níggju týpurnar eru ymiskir mátar at skilja heimin, ymiskir mátar at uppfata alt uppá. Enneagramm er eitt óendaliga stórt mynstur við nógvum ymiskum møguleikum, øll kunnu so ella so kenna seg aftur í pørtum av teimum níggju týpununum. Men har er altíð ein av hesum níggju týpunum, ið líkist tær mest, og sum tú sært teg aftur í.


Enneagramm fær fólk at síggja, hvussu tey bera seg at, tá ið tey eru strongd, og hvussu tey bera seg at, tá ið tey eru trygg. Hvør týpa hevur tvær aðrar týpur, ið hon knýtir seg at undir hesum viðurskiftunum. Tað eru tveir pílar, ið ganga frá hvørjari týpu, og hesir pílar merkja, hvørjum týpum, tú knýtir teg at. Tað vil siga, at tú hevur eina týpu, ið tú líkist mest, men at tú deilir eginleikar við týpunum, har pílarnir peika. Jaligu eginleikarnar frá einari týpu og neiligu frá hinari.


Tær níggju týpurnar í enneagramminum eru bólkaðar í tríggjar bólkar, og hetta er nakað, ið sermerkir enneagramm. Teir tríggir bólkarnir verða róptir Teir 3 miðdeplarnir, har tað eru tríggir ymiskir verumátar. Týpurnar 8, 9 og 1 eru í bólki 1, ið verður róptir kropsligir sansir, tí tær reagera við kroppinum. Týpurnar 2, 3 og 4 eru í bólki 2, kensluborni, tí tær reagera við kenslum. Týpurnar 5, 6 og 7 eru í bólki 3, hugsarar, tí tær reagera við tonkum.


Hvør týpa hevur ein granna hvørju megin við. Grannarnir verða róptir veingir. Hvør týpa hevur nakrar av somu eginleikum sum veingirnir. Til dømis elskar eittarin, eisini nevndur perfektionisturin, frið og kærleika á sama hátt sum grannin, níggjarin. Eittarin hevur eisini nakrar av eginleikunum hjá tveyaranum, eisini nevndur hjálparin, ið gjarna vil hjálpa og geva.


Øll kunnu brúka enneagramm. Tú kanst bæði gerast klókari um teg sjálvan og um onnur. Sjúkrarøktarfrøðingar og onnur, ið veita fólki hjálp, brúka ennegramm til at skilja sjúkur og kreppustøður betur. Rithøvundar kunnu brúka enneagrammið fyri at fáa teir ymisku persónarnar í tí, sum teir skriva, at tykjast veruligari og eisini geva teimum eina sermerkta persónligheit.


Dømi:
Sjeyarin er eins og fimmarin og seksarin ein av hugsandi týpunum. T.v.s, at um sjeyarin møtir fólki, so ger hann sær beinanvegin tankar um hesi fólk og handlar út frá teimum. Ein níggjari hevði í staðin handlað við kropsmáli ella onkrari rørslu.


Um tú vilt finna útav, hvør týpa, tú ert, trýst so her! Her ber til at lesa um allar níggju týpurnar.
 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.