- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjokoláta verður fortíð
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-forsida-stor/public/festivalchocolate.png?itok=_r_GFjRw)
Endin á kakaobønuni er um at verða veruleiki. Hetta er at lesa á Daily Star. Sjokolátaserfrøðingar hittust fyri stuttum á Bretska Bókasavninum í London, har teir kjakaðust um trupulleikan.
- Tað verður sjokolátamangul, og tað er eingin loysn í eygsjón. Vit meta, at tað eru sjey ár eftir, sigur sjokolátaserfrøðingurin Angus Kennedy við Daily Star.
- Vit hava í botn og grund tørv á einari gongustjørnu afturat, um nýtslan heldur fram í hesari ferðini. Vit oyðileggja alt!
Orsøkin til hetta er, at gummitrø geva meira av sær enn kinesisku kakaoplantasjurnar. Tað tekur fýra ár frá tí tú plantar kakaoplantasjuna, til tú hevur bønurnar, og tískil síggja bóndir ongan vinning í kakao. Harafturat er eftirspurningurin eftir bønuni blivin munandi størri enn hann hevur verið.
Í framtíðini fara stóru sjokolátavirkini væntandi at gera sjokolátabarrir, sum eru minni í stødd og við størri innihaldi av sukri, nøtum og fruktum, sum eru bíligari at framleiða, men tær fara als ikki at líkjast sjokolátuni, vit eta í dag.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |