- Tíðindi, mentan og ítróttur
Valentines cupcakes
Til deiggið skalt tú nýta:
400 g. av hveitimjøli
300 g. av sukur
1 tsk. av salti
1 tsk. av bakipulvur
1 spsk. av kakaopulvur
250 ml. av plantuolju (t.d. majsolju ella olivenolju)
250 ml. av súrgaðari mjólk (við stovuhita)
2 egg (við stovuhita)
1 tsk. av edikki
1 tsk. av vaniljudropum
2 spsk. av reyðari fruktfarvu
Til kremið skalt tú nýta:
250 g. av rómaosti
125 g. av ósaltaðum smøri (við stovuhita)
250 g. av flormelis
1 tsk. av vaniljudropum
Pynt
Minst til at hava eina sílu, uml. 25 bakiformar til muffins ella cupcakes og ein sproytiposa.
Tilgongd:
Hita ovnin til 175 stig. Blanda alt tað turra tilfarið til deiggið - hveitimjøl, sukur, salt, bakipulvur og kakaopulvur - í ein bolla. Píska tað váta tilfarið - plantuolja, súrgað mjólk, egg, edikk, vaniljudropar og reyð fruktfarva - í ein annan bolla. Síla tað turra tilfarið niður í tað váta í smærri mongdum, meðan tú pískar tað so hvørt.
Koyr bakiformarnar á eina bakiplátu. Fyll formarnar 3/4 við deiggi. Koyr køkurnar í ovnin í 20 minuttir, ella til køkurnar eru liðugt bakaðar. Hetta er, um mann kann stinga ein knív í tær, og einki deiggj hongur á honum aftaná.
Meðan køkurnar eru í ovninum, gert tú kremið. Píska fyrst smørið, rómaostin og vaniljudroparnar, og legg so flormelis afturat í smærri nøgdum, til tú heldur, at kremið er nóg tjúkt ella nóg søtt. Um tað ikki er nóg stívt, kann tað setast í køliskápið eina løtu.
Tá køkurnar eru tiknar úr ovninum og kølnaðar, kanst tú pynta tær við kremi. Fyll kremið í ein sproytiposa og sproyta tað omaná. Hetta riggar best beint áðrenn, at køkurnar verða borðreiddar. Pynta tær við einum hvørjum og voilà.
Njót dagin samin við teimum, tú ert góður við.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |