- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjokulátukaku á 5 minuttir?
Okkum dámar flest øll væl kakur, men flest okkara tíma ikki at stilla okkum at baka í ein heilan tíma... Men hví brúka langa tíð á at gera eina kaku, tá tú kanst gera hana á 5 minuttir?
Niðanfyri stendur nevniliga uppskriftin til eina lekkra sjokulátukaku, sum tú gert við at blanda alt tilfarið í einum krússi, og síðani stillar tað inn í mikroovnin í 3 minuttir.
- 4 spsk. mjøl
- 4 spsk. sukur
- 2 spsk. kakao
- ½ tsk. bakipulvur
- 1 tsk. vaniljusukur
- 1 egg
- 3 spsk. olju
- 3 spsk. mjólk
Blanda turra tilfarið saman við einum gaffli. Blaka eggið í og rør eina løtu. Nú smitar tú oljuna og mjólkina í og rørir, til deiggið verður javnt.
Krússið skal kunna tola at vera í mikroovni. Set tað í mikroovnin á høga megi, umleið 800 W, og lat tað standa í tríggjar minuttir.
Kakan rísur í krússinum, og tí fer tað at renna niður eftir kantinum. Tí er tað eitt gott hugskot at hava ein tallerk undir.
Nú er kakan liðug, og eftir er bara at lata hana hvíla eina løtu í krússinum. Vend hana so úr krússinum og niður á ein tallert og njót hana!
Uppskriftin er frá Heidi Wickmann, sum bloggar um mat her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |