- Tað er neyðugt at tora at leypa út í tað!

- Tað er neyðugt at tora at leypa út í tað!
Um ein spyr pisur, hvør ætlanin er eftir, at skúlin er liðugur, eru svarini ofta ógreið og ymisk. Nøkur velja at fara beinleiðis víðari at lesa eftir miðnámsskúlan, meðan onnur velja at arbeiða í eitt ár ella gera okkurt heilt annað, ferðast heimin runt, arbeiða í einum barnaheimi í India ella fara háskúla. Röddin hevur prátað við Biritu og Rannvá, ið púra spontant valdu at fara undir eina 1 ára dansiútbúgving á Stepz.
14.10.2013 - 09:15

 

Rannvá Guðrunardóttir Niclasen og Birita Ingadóttir gjørdust í summar lidnar við miðnámsskúlan og eftir trý ár í Studentaskúlanum í Hoydølum, var ætlanin bara at verða verandi í Føroyum í eina tíð. Báðar ætlaðu tær sær at arbeiða eitt sindur, áðrenn tær fóru til víðari lesnað, men eitt fulltíðarstarv á einum flakavirki ella á einum bakaríi bleiv brádliga til nakað heilt annað.

 

1 ára útbúgvingin á Stepz hevur verið til síðani 1999 og var ein av teimum fyrstu fjølbroyttu dansiútbúgvingunum í Danmark. Skúlin liggur í Østerbro í Keypmannahavn, og ímillum teir 27 næmingarnar á skúlanum, eru har fimm føroyskar gentur. Skúlin miðar eftir at geva næmingunum eitt gott grundarlag innan teir týdningarmiklastu dansistílarnar; Klassisk ballet, modernað ballet, Jazz og Hip-Hop. Føroyska Vígdis Hentze Olsen er leiðari á dansiskúlanum.

- Eg skrivaði til Vígdis, um tað bar til at dansa har í eitt hálvt ár, frá januar til juni. Men ”one thing lead to another”, sum mann sigur, og at enda hevði eg avgjørt, at eg um 3 vikur skuldi byrja á 1 ára dansiútbúgvingini á Stepz. Hvar eg skuldi búgva, og hvussu eg skuldi klára meg fíggjarliga, tað mátti eg bara finna útav aftaná, fortelur Rannvá.


Birita, sum var skúlatroytt, var avgjørd um at arbeiða í eitt ár í Føroyum, men áðrenn hon visti av, hevði vinkonan hála hana við sær á dansiskúla, og har stóð Birita við einum einvegis ferðaseðli til Danmarkar.

 

- Tað, sum gjørdi at eg varð so áhugað í Stepz, var, at Katrin Frederiksberg Dam, sum eg dansaði saman við hjá Karstin Frandsen í Yndi, hevði gingið á skúlanum. Hon gav mær eitt størri innlit í, hvat hetta var fyri skúli, og hon fortaldi mær, hvussu nógv hon fekk burturúr skúlaárinum. Síðani tá havi eg havt skúlan í huganum, sigur Birita.


Birita og Rannvá hava báðar royndir innan estetiskan fimleik og dans, og báðar vóru tær við í sangleikinum Audition í fjør, har tær í høvuðsheitum dansaðu.

 

- Tíðarskeiðið í sangleikinum var ómetaliga læruríkt og gav mær hug at gera annað enn bara estetiskan fimleik. Dansurin var meira fríur og avbjóðandi á ein annan hátt enn fimleikurin, og eg elskaði tað, greiðir Rannvá frá.


Dansur fer nokk at vera ein partur av framtíðini hjá Rannvá og Biritu, men í fyrsta sinni er árið á Stepz einans ætlað sum eitt fríár. Í meðan tær dansa, supplera tær eisini samstundis á HF-flex, bæði fyri at fáa studning og fyri at hava fleiri møguleikar, tá tað kemur til víðari lesnað. Ein 3 ára útbúgving innan dans tykist tó lokkandi hjá ungu føroysku gentunum.

 

- Sum støðan er nú, so er hetta eitt fríár, har eg kann menna meg sum persón og royna míni mørk. Eg taki ein dag ísenn og royni at fáa so nógv burturúr sum gjørligt. Eg kundi væl hugsað mær at tikið eina 3 ára dansiútbúgving, men eg taki tað, sum tað kemur. Eg ætli mær í øllum førum undir hægri lesnað og taki allarhelst støðu til, um eg fari víðari við dansinum eftir árið á Stepz. Líkamikið, hvat eg velji, so fer árið á Stepz at hava ávirkan á mína avgerð, og dansur fer altíð at vera ein partur av mínum gerandisdegi, so ella so, greiðir Birita frá.


- Avgerðin at flyta var sera spontan, og eg havi enn av og á ilt við at skilja, at eg í roynd og veru eri í Danmark og gangi á dansiskúla. Eg vil fegin altíð hava okkurt við dans at gera, um tað so bara er at dansa sjálv í frítíðini ella koreografera, sigur Rannvá.

 

Rannvá og Birita hava nú gingið á Stepz í skjótt tveir mánaðar. Hvønn dag dansa tær frá klokkan 9 til 15, har fyrsti hálvi tímin er individuel upphiting. Dagurin er annars deildur upp í tríggjar dansitímar, har hvør tími varðar í hálvan annan tíma. Í hesum tímunum hava tey alt frá Horton-teknik og Lyrical Jazz til Waacking og House.

 


- Vit fáa dagliga avbjóðandi uppgávur, sum t.d. improv í modernaðum dansi, freestyle í House, at battle'a tvey og tvey í Waacking ella at megna at læra torførar rørslur og koreografiir. Tað kann verða ørkymlandi og strævið at gera slíkar ”grænseoverskridende” uppgávur, men vil ein mennast sum dansari, er tað neyðugt at tora at leypa út í tað - og tá ein hevur gjørt tað, er tað ein fantastisk kensla. Óansæð hvat, so verður hetta ein stuttlig og ikki minst mennandi tíð, bæði sálarliga og kropsliga, fortelja Birita og Rannvá.
 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.