- Tíðindi, mentan og ítróttur
HONY: Íbúgvarnir í New York hugtaka fólk um allan heim
Børn, heimleys, ommur við grønum hári og púra vanlig fólk við hvør sínari søgu.
Í Føroyum hava vit Jógvan á Dul - í New York hava tey Brandon Stanton. 29 ára gamli myndamaðurin fór fyri trimum árum av sínum eintingum undir at avmynda íbúgvarnar í New York. Afturat hvørjari mynd er ein lítil samrøða við myndaevnið, og Brandon ivast ikki í, at tað eru søgurnar, sum gera, at fólk kring allan heim hvønn dag vitja og viðmerkja myndir hansara.
- Fólkini og teirra serstøku søgur gera myndirnar áhugaverdar. Einsamallar høvdu myndirnar ikki havt somu ávirkanina, sigur hann við CNN.
Í dag fylgja meira enn hálv onnur millión fólk HONY á Facebook, og í síðstu viku kom ein bók við útvaldum myndum út. HONY er ein risasuksé, men tað er fyrst nú, at Brandon fær livað væl av myndatøkuni.
Verkætlanin byrjaði, tá hann varð uppsagdur undir búskaparkreppuni í 2008 og gjørdi av at flyta úr heimbýnum Atlanta til New York at royna eydnuna. Brandon hevði nokk av peningi at liva fyri til ein mánað og ongar serligar royndir innan myndatøku, men hann setti sær fyri at taka 100.000 myndir, og soleiðis byrjaði HONY-bloggurin.
- Fyrstu 18 mánaðirnar tók eg myndir hvønn einasta dag. Eg var ídnast, tá ið fæst fólk vístu áhuga. Eg fór ongantíð úr New York. Eg tók myndir jólaaftan, jóladag, eg var umborð á tokinum á midnátt nýggjársaftan, greiddi Brandon frá í samrøðu við Tumblr-síðuna Storyboard í fjør.
Hóast HONY í dag er kent um allan heimin, og ein bók afturat kemur út í næsta ár, var tað ikki fyrr enn fyri stuttum, at myndirnar byrjaðu at geva nakað av sær fíggjarliga. Fyri einum ári síðani var støðan ein heilt onnur.
- Eg selji prent av og á fyri at vinna mær pengar, men í roynd og veru upplivi eg, at eg havi rokkið mínum máli, sum er at sleppa at gera tað, sum eg elski hvønn dag og at taka myndir. (...) Og fyri at vera heilt erligur: Eg livi fyri lítið og onki. Eg eti kettumat.
Ein stór lýsingauppgáva bjargaði kortini tíbetur pengapunginum hjá ídna myndamanninum, men hann gjørdi fyritøkuni greitt, at hann ikki legði lýsingar á sína egnu síðu. Við einari bókaútgávu í síðstu viku, og einari afturat í næsta ár sær framtíðin eisini bjørt út.
- Eg livi ikki longur av kettumati. Nú eti eg dýran hundamat, sigur Brandon í skemti við CNN.
Vitja Humans of New York-síðuna her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |