- Tíðindi, mentan og ítróttur
Menninir fletta, kvinnurnar flýggja
Á DR1 í gjár vóru myndir av fjøllum, seyði og fiski at síggja á sjónvarpsskýggjanum, tá ið sendingin Horisont setti sjóneykuna á Føroyar. Sendingin snúði seg um fólkaflyting, sum seinastu árini hevur verið ein alsamt vaksandi trupulleiki í landinum. Menninir fiska og fletta seyð, meðan kvinnurnar flýggja. Í sendingini varð prátað við Bjarna Ziska Dahl, búsitandi í Føroyum, og við Rósu Heinesen, ið hevur búð í Danmark síðani 2000.
Bjarni Ziska Dahl úr Klaksvík var gamal drongur, men í 2010 giftist hann við Cherell úr Filipsoyggjunum, og saman hava tey nú tvey børn.
- Vit skulu viðurkenna, at hetta er ein trupulleikin. Og so skulu vit sum tjóð læra okkum at taka ímótir fremmandum fólki, tí tey eru fólk, sum vit hava brúk fyri, segði Bjarni Ziska Dahl við Horisont í gjár.
Filipsoyggjarnar eru eisini eitt oyggjasamfelag, og filipinsku konurnar trívast væl í Føroyum. Tær gerast vanligari í føroysku myndini, og síðani 2006 er talið tvífalda.
Rósa Heinesen trívist hinvegin ikki í Føroyum og ætlar sær ikki at flyta heim. Hon hevur búð í Danmark síðani 2000 og gongur á designskúla. Sonur hennara er autistiskur og hevði ikki havt somu møguleikar í Føroyum. Rósa sigur, at konsertirnar og kaffistovurnar mangla, og at Føroyar eru eitt ov lítið samfelag fyri hana.
Í løtuni eru tað 2000 fleiri menn í Føroyum enn kvinnur. Fólkaflyting er ein alsamt vaksandi trupulleiki, og tað búgva 10.000 føroyingar í m.a. Keypmannahavn. Tað eru serliga ungu kvinnurnar, ið flyta.
- Hetta er ein spurningur um at yvirliva. Er tað føroyska samfelagið ført fyri at yvirliva og vera til? Ungu kvinnurnar, sum skulu føða børnini, eru ikki her, segði Herman Oskarsson við Horisont í gjár í sendingini „Kvindeflugt fra Færøerne“
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |