- Tíðindi, mentan og ítróttur
Úgávukonsert við Týr í kvøld
Týr er helst kendasti málmbólkurin úr Føroyum, og hava teir vunnið sær fjepparar úr øllum heiminum. Fyrr í ár var neyðugt hjá bólkinum at finna nýggjan trummuleikara, av tí at táverandi trummuleikarin Kári Streymoy mátti gevast vegna ryggskaða. Í hansara pláss traðkaði George Kollias, sum er kendur frá egyptiska bólkinum Nile, meðan Týr tóku upp nýggj løg til sjeyndu fløguna Valkyrja.
Fløgan kom út 17. september og hevur fingið avbera góð ummæli kring heimin. Til dømis sigur Helen Armfield vegna Echoes and Dust at "hon er einki annað enn … fullkomin".
Í hesum høpi skipar Ungdómshúsið á Toftum í samband við Mentanarvikuna í Runavík fyri útgávukonsert við Týr. Konsertin verður í Løkshøll í Runavík klokkan 22.00 í kvøld.
Atgongumerki á kr 200,- fáast á við dyrnar ein tíma undan sýning.
Hoy lagið Blood of Heroes av nýggju fløguni her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |