Danny & the Veetos: - Framtíðin sær bjørt út... enn

Danny & the Veetos: - Framtíðin sær bjørt út... enn
Danny & the Veetos eru nýggir á føroyska pallinum og koyra á við at framleiða egnan tónleik. Í vikuskiftinum gjørdist nýggja lagið "I am Afraid" aktuelt.
04.11.2013 - 11:45

 

Í februar byrjaðu unglingarnir úr Klaksvík at spæla tónleik. Í summar vóru teir at síggja á nøkrum festivalum og hava seinastu tíðina verið sera virknir á føroyska tónleikapallinum. Nú eru Danny & the Veetos aktuellir við nýggja lagnum ,I am Afraid‘.

 

- Sangurin snýr seg um at hugsa seg um, áðrenn mann ger nakað, sum mann longu veit er skeivt. Øll hava eitt innara beist, og tað snýr seg um at ikki lata tað taka yvir sítt lív. Alt í alt, snýr sangurin seg um at vera eitt menniskja, greiðir Danny Baldursson frá, ið saman við Páll Brim Joensen, Robert Waagstein, Jóhan Nolsøe og Símun Damn myndar bólkin Danny & the Veetos.


Lívligir tónar eyðkenna tónleikin hjá Danny & the Veetos, ið er fullur av orku. Sjangran er væl merkt av folk/pop, og løgini og tekstirnar eiga ungu dreingirnir sjálvir.

 

- Sangurin er serstakur í sær sjálvum, men mann hoyrir kortini, at tað er eitt Danny & the Veetos-lag. Vit hava okkara egna stíl, og av tí sama er tað ofta lætt at kenna okkum aftur.


Næsta verkætlanin hjá Danny & the Veetos er at gera sjónbandslagið til sangin „I am Afraid“, sum kom út í vikuskiftinum. Ætlanin er eisini at geva eina fløgu út, men tað verður ikki í nærmastu framtíð.

 

- Hóast fløgan ikki er á veg, so smíðja vit løg og orð í full drøn. Tí eins og jólini, so nærkast sjónbandslagið í hvørjum, so fólk hava nakað at gleða seg til. Vit eru jú kort síðani byrjaðir, so framtíðin sær bjørt út... enn, fortelur Danny Baldursson.


„I am Afraid“ liggur á soundcloud, og við at trýsta á hetta leinkið ber eisini til at taka lagið niður.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.