Hugleikur Dagsson: Spýggj og harðskapur uppá tann stuttliga mátan

Hugleikur Dagsson: Spýggj og harðskapur uppá tann stuttliga mátan
Íslendski Hugleikur Dagsson er ein listamaður, sum er blivin víðagitin fyri at tekna pinnamenn. Ikki tí, at teir eru fantastiskir pinnamenn, men tí hann við teimum megnar at gera minni hugnalig evnir sum insest og morð stuttlig.
29.11.2013 - 14:00

Hvat hava insest, harðskapur, morð og sex í felag? Tey fáa fólk um allan heimin at flenna. Soleiðis hevur í hvørtfall verið við teknirøðunum hjá íslendska listamanninum Hugleiki Dagsson. Pinnafólkini í teknirøðum hansara eru ein tragikomiskur, stundum samfelagsrevsandi kokkteylur av neyðtøku og svørtum humori, sum hava gjørt hann til fólkaogn í Íslandi.

 

Pinnafólkini byrjaðu av fyrstani tíð at koma til lívs, tá ið Dagsson gekk á listaskúlanum í Reykjavík. Hann teknaði tey bara fyri stuttleikar, men tá ið hann varnaðist reaktiónirnar hjá øðrum, ið sóu tey, gjørdi hann av at prenta nakrar myndir og selja tær. Í dag hevur stóra forlagið Penguin Books givið fleiri bøkur út við teknirøðum hansara, og pinnafólkini eru millum annað eisini at finna á donskum á undirhaldssíðuni Helt Normalt hjá Politiken.

 

- Mín fyrsta tekning var allarhelst av einum ódjóri. Mín fyrsta teknirøð, sum eg gjørdi, tá eg var seks ár, kallaðist Dinasour Island.  

 

Nær byrjaði tú at hugsa, at tínar tekningar og tín passión kundu gerast eitt starv?

 

- Um tað mundi tá eg gjørdi Dinasour Island. Men seinni fortaldi onkur andlitsleysur vaksin mær, at tað var ikki ein brúkilig yrkisleið. So eg var nokkso vilstur í fleiri ár, inntil eg av tilvild byrjaði at tekna pinnamannajokes í mínum listaskúlaárum, greiðir Hugleikur Dagsson frá í samrøðu við Reykjavík Boulevard.

 

Hann hevur eisini skrivað skemtileikir og havt sína egnu útvarpssending. Hóast pinnamenninir hjá Dagsson ikki síggja út sum tann stóra listarliga avbjóðingin, ivast hann ikki í, at hevði hann ikki gingið á listaskúla, hevði ongin lagt í teir. Tá ið Iceland Grapevine fyri nøkrum árum síðani spurdi hann, um hann yvirhøvur dugir at tekna, ljóðaði svarið:

 

- Ja. Tað sær mann týðiligt á meistaraverkunum, sum eru í mínum bókum. Tey vórðu gjørd av einum við listaútbúgving. Ongin hevði kunnað teknað pinnamenn við sovorðnum persónleika. Men seriøst, eg meini tað. Eg haldi veruliga, at um eg ikki hevði klárað allar tímarnar við modelltekning, høvdu mínir pinnamenn als ikki verið líka góðir ella sigandi.

 

Síggj myndirnar hjá Hugleiki Dagsson her

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.