- Tíðindi, mentan og ítróttur
Soleiðis sleppur tú undan verstu jólafrokost-timburmonnunum
Summarferia og jólaferia eru bestu árstíðirnar hjá náttarravnunum. Tíverri er ongin undur-viðgerð, sum kann bjarga tær frá armóð og undirgangi sunnudagin aftaná eina langa nátt. Nøkur góð ráð kunnu kortini møguliga linna um pínuna.
Orsøkin til, at tú fært timburmenn, er, at alkohol er landdrívandi. Kroppurin verður tí dehydreraður, og hiðani koma flestu sjúkueyðkennini. Tú gert tað kortini ikki lættari fyri teg sjálvan, um tú byrjar at drekka við tómum búki, dansar nógv og ikki svevur nokk.
Kanningar vísa, at um tú drekkur 250 millilitrar, fara 800-1000 millilitrar av vætu út aftur - altso fýra ferðir so nógv, sum tú drakk. Tá tú vaknar, skríggjar kroppurin sostatt eftir vætu. Høvuðpínan, sum nógv seta í samband við hundasjúku, kemur av, at gøgnini í kroppinum vanta vætu. Tí "stjala" tey vætu frá heilanum, sum hevur við sær, at heilin minkar í stødd og hálar í membranin, sum knýtir heilan at skallanum, og tú fært ilt í høvdið. Mongu vesitúrarnir, tá mann ballast, gera eisini, at kroppurin manglar salt og kalium. Hetta ávirkar vøddar og nervar.
Summi sløg av rúsdrekka eru størri syndarar enn onnur, tá tað kemur til timburmenn. Reyðvín og myrkt brennivín sum whiskey, tequila og konjak geva verri timburmenn enn hvítvín, vodka, gin og romm.
Vanligasti mátin at linna um hundasjúkuna er allarhelst ein túrur í Burger King ella City, men fastfood er ikki tað skilabesta at geva búkinum, tá tú hevur timburmenn. Hinvegin loysir tað seg at eta feitan mat, áðrenn tú fert í býin, tí tað seinkar upptøkuni av rúsdrekka í blóðinum, og timburmenninir eru frægari dagin eftir. Best er at eta lættan mat dagin eftir. Serliga egg og bananir eru góður kostur, tá tú hevur timburmenn. Í bananum er nógv kalium, og í eggum er cysteine, sum niðurbrýtir giftið, sum ger, at tú fært timburmenn.
Samanumtikið:
- Ver mettur, tá tú fert at ballast.
- Tak vitaminir, áðrenn tú fert at ballast og dagin aftaná.
- Drekk eitt stórt glas av vatn, áðrenn tú fert í song.
- Drekk vatn, meðan tú ballast.
- Halt teg til eitt slag av rúsdrekka og vel tey ljósaru sløgini.
- Et morgunmat - gjarna við egg, bananum og fruktdjúsi. Halt teg frá kaffi, te og sodavatni.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |