Skrúðgonga og nýtt torg til teltøkið á G!

G-Festival
Skrúðgonga og nýtt torg til teltøkið á G!
Marianna Nagata er við í sonevnda G! Street Team. Lesið um skrúðgonguna fríggjadagin, nýuppsetta torgið umframt annað. Marianna er sjálv forsangari í Bluesette, og hevur hon eina tónleikarliga viðmerking til festivalin
12.07.2016 - 19:45

G! Festivalurin er í næstum, og økið er við at taka skap. Sum nakað heilt nýtt, so valdi G! at samanseta eitt sonevnt G! Street Team. Teami’ið er samansett av umleið 15 ungum fólki frá øllum landinum.

 

G! Street Team


"Uppgávan hjá G! Street Team er at marknaðarføra G! til ta yngru generatiónina, umframt at hava off-stage tiltøk."

Á sosialu miðlunum, sum Instagram og Snapchat (gfestival), hava tey verið aktiv, umframt at eitt G! pre-party varð hildið í Reinsarínum fyrr í ár.

 

”Viðvíkjandi sosialum miðlum, so arbeiða vit uppá at fáa eitt sonevnt ”geo-filter” til Snapchat. Hetta er vanligt til størri tiltøk, so hevði verið stuttligt, um Snapchat gekk við til hetta.”

 

Teltøkið verður pimpað 

G! Street Team ger eisini nøkur tiltøk undir festivalinum. Vit sóu á Snapchat í dag, at ”Torgið” varð sett upp.

”Torgið er eitt stað á Tjaldingarøkinum, sum er frítt at brúka fyri tey, ið búgva har. Fólk kunnu spæla tónleik har, sita og práta, drekka ... Ja, gera tað tey vilja."

 

Torgið á tjaldingarøkinum

 

 

Umframt alt omanfyri, so hevur bólkurin verið í samstarv við kendu og trúføsta ”tjaldleguna” Skopunhagen um at gjørt eina skrúðgongu. Gingið verður frá tjaldingarøkinum yvir á sandin. Tónleikurin fer at koyra full-speed, og skipað verður fyri ymsum drekkispølum á sandinum. Skrúðgongan byrjar fríggjadagin um 15 tíðina.

 

Til okkara á Tjaldingarøkinum, so eru eisini ætlanir um at fáa ein plátuvendara at diska nøkur av kvøldunum. 

 

All-in í ballingarpartin, men líka nógv í tónleikin

 

”Eg gleði meg ótrúliga nógv til fleiri nøvn. Punjab, Hot 8 Brass Band, Sakaris, Leu Kampmann, Gretu Svabo Bech og sjálvandi eisini Eivør.”

 

Marianna heldur, at G! hevur hálað tey mest aktuellu føroysku nøvnini í skránna, umframt nøkur góð útlendsk nøvn.

 

Til kritikkin, at G! ikki hevur nóg mikið av stórum nøvnum í ár, sigur Marianna: ”Vit hava sjálvandi Phlake sum høvuðsnavn, og eru teir kempistórir nú. Jacob Bellens sigst eisini at vera ein spennandi artistur. Tað, sum G! samskipararnir royna, er at fáa nøvn til festivalin, sum síðan gerast stór seinni. Kalleo kann nevnast fyrra árið, umframt at Phlake ikki vóru nær námind tí, sum teir eru nú.

 

Hvør veit, kanska Phlake eru ”the next big thing?”

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.