- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dávur Djurhuus fór avstað við Geytanum

Dávur Djurhuus vann í gjárkvøldið Geyta-virðislønina við filminum Terminal”Tað var dómsnevndin, ið metti, at stuttfilmurin hjá Dávur Djurhuus var tann, ið áfylti tey krøvini, ein rættur Geyta vinnari skal hava. Filmurin er upptikin í London og tekur útgangsstøði í einum býarbussi.
– Filmurin er smartur og intellektuellur, aldri grunnur ella uppgjørdur. Terminal verður borin fram av einum sjálvsáliti og lættleika, sum avgjørt er sjarmerandi, varð sagt um filmin í eftirmetingini.
Leikstjórin Dávur var yvirraskaður og sera glaður fyri stóra heiðurin, sum Birgir Kruse avdúkaði fyri fjøldini. Dávur nýtti høvið at takka teimum, ið høvdu verið rundan um seg og yvirhøvur verið við í filminum. Eisini gav hann ein stóran part av heiðrinum til teir báðar agurk-fýrarnar Jan Berg Jørgensen og Jákup Veyhe:
- Eg vil takka Jan Berg og Jákup Veyhe. Um nakar veruliga hevur uppiborið hendan sigurin, so eru tað Jan og Jákup, segði hann.
Áskoðaravirðislønina vann filmurin Munsch hjá Jónfinn Stenberg. Hann hevur verið í læru í Kringvarpinum, og filmurin er sveinastykkið hjá honum saman við trimum øðrum. Sum heitið sigur, byggir hendan virðislønin uppá atkvøðurnar frá áskoðarunum, sum atkvøddu í steðginum, aftaná allir filmarnir vóru sýndir. Tá Munsch var á skýggjanum, vóru tað tey flestu, ið trektu uppá smílibandið – láturin rungaði í salinum av tragikomiska filminum, sum handlar um eitt heldur rutinupregað par við Münchhausen syndrom.
Tað var Helena Dam á Neystabø, sum handaði áskoðaravirðislønina, sum er 15.000 krónur.
Hetta er aðru ferð tiltakið er, síðan tað sá dagsins ljós í Norðurlandahúsinum í fjør um somu tíð. Í fjør var tað Sakaris Stórá, sum fór avstað við Geytanum við filminum Summarnátt. Sum eitt framhald av Summarnátt, var Vetrarmorgun eisini ein av teimum 7 filmunum í kappingini.
Til síðst varð ein eyka stuttfilmur vístur, sum ikki var við í kappingini, tí mett varð, at tað var reklama. Hóast alt, so snýddi hesin filmurin seg um thailendsku konuna Path, sum greiddi frá lívinum sum vaskikona í Miklagarði.
Annars var skráin hendan:
Tú - sjónbandalag eftir Jóannes Lamhauge
Terminal - stuttfilmur eftir Dávur Djurhuus
Eina - stuttfilmur eftir Andrias Høgenni
True Love - stuttfilmur eftir Heiðrik á Heygum
Vetrarmorgun - stuttfilmur eftir Sakaris Stórá
Munsch - stuttfilmur eftir Jónfinn Stenberg
Byrta - tónleikavangamynd eftir Una Leitisstein Hansen
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




