Greta aktuell við vakrari balladu um mánan

Greta aktuell við vakrari balladu um mánan
2013 hevur verið eitt hendingarríkt ár fyri Gretu Svabo Bech. Nú árið nærkast endanum, rundar hon av við nýggja lagnum Brave Moon, sum kom út í gjár.
16.12.2013 - 01:15

Við sermerktu kláru rødd síni ognar Greta Svabo Bech nýggjasta lag sítt til mánan. Lagið ber heitið Brave Moon og kann takast niður ókeypis.

 

Samstundis sum hon gevur nýggja lagið út, boðar Greta frá, at nógv er á skránni komandi ár. Hon fer tá undir eina eitt ára langa verkætlan, sum skal úrslita í einari konseptútgávu. Fløgan byggir á ringrásir, árstíðirnar, tíð náttúru, broyting og lívið og verður býtt upp og útgivin í einari EP fyri hvørja árstíð. Fyrsta EPin verður givin út síðst í mars.

 

Greta nýtir eisini høvið at líta aftur á árið, ið fór:

 

- So vit eru komin inn í desembur: Árið er næstan komið at enda. Vanliga er hetta tann tíðin av árinum, tá eg hugsi um, hvar eg var somu tíð í fjør og byrji at hugsa um, hvar eg vil vera somu tíð næsta ár. Um hetta mundið í fjør, satt at siga vikuskiftið, tá eg fylti 25, floymdu mítt heim og studio yvir, og eg sá tað sum eitt tekin um at gera okkurt nýtt, skrivar Greta Svabo Bech á Facebook

 

Hon tók í summar avgerðina at flyta aftur til Føroya eftir at hava búð í Liverpool í fleiri ár. Saman við sjeikinum Fred, sum framleiðir tónleik hennara, hevur Greta bygt sær eitt studio í Miðvági, og sigast kann, at nógv er hent seinasta árið. Hon hevur m.a. selt eitt lag til amerikonsku poppdrotninga Cher, gjørt eitt lag fyri kenda komponistin Ludovico Einaudi og givið fleiri løg út sjálv. 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.